Tuesday, May 29, 2018

Sita so væl á turrum: “Hvat vilja tey, hvat skilja tey”

SHUTTERSTOCK
Við at elva til heilt nýggjan ótryggleika og økja um fíggjarligan váða kann uppboðssøla av fiskirættindum gerast ein álvarslig hóttan ímóti kappingarføri og burðardygd í fiskivinnuni, ið verður psykologiskt leidd til at handla ólønandi.

Ávaringar móti uppboðssølu av fiskirættindum ljóða framvegis frá umboðum fyri fiskivinnuna, og reiðarar siga at av øllum í fiskivinnu nýskipanini hjá Landsstýrinum er uppboðssølan av fiskirættindum “størsta hóttan ídag” móti tí búskaparliga grundarlagnum hjá vinnuni.

“Rætt skal vera rætt, og ymiskt er hent til tað betra síðan tað upprunaliga uppskotið um nýskipan varð lagt fram,” viðmerkti Hanus Hansen, stjóri á JFK, í samtalu við bloggin Fiskivinnan. “Eitt nú eru anti-trust reglurnar ikki longur so darvandi fyri vinnuna sum tær upprunaliga sóu út til at blíva, og politikarar hava hóast alt tikið til sín okkurt burtur úr rúgvuni av teimum mongu atfinningum sum hava verið at hoyrt. Men tað sum serliga stendur eftir nú er uppboðssølan av fiskirættindum. Talan er um eitt munandi minni umfang enn tað sum upprunaliga varð lagt upp til, men kortini verður hetta ein marra fyri vinnuna sum tað sær út nú — og hetta er okkara størsta hóttan ídag. Tað ger øll framtíðar útlit fullkomiliga óviss, í sovorðnan mun at tað ikki kann samanberast við tær treytir vit fyrr hava arbeitt undir. Undir hesum umstøðum sum nú gera seg galdandi ber ikki longur til at planleggja yvirhøvur, tí tú hevur ongan kjans at vita hvørji fiskirættindi tú hevur framyvir. Av tí sama kunnu vit skjótt missa alt kappingarføri, og møguleikarnir at standa seg og yvirliva eru knappliga nógv verri enn teir hava verið. Hvat skulu vit siga við keyparar sum eru vanir at gera langtíðar sáttmálar — skulu vit fyrigykla teimum at vit hava framvegis trygg rættindi og kunnu levera vøruna tey komandi tvey-trý árini, og so bara vóna at vit fáa tað at bera til? Men tað vil jú vera villleiðandi og ábyrgdarleyst, ja kanska hartil brotsligt, at gera soleiðis. Ella skulu vit siga sum er og fortelja teimum at Føroyar sum einasta land millum kappingarneytar á okkara leiðum hevur valt at spenna so bein fyri egnari vinnu at okkara fyritøkur ikki longur kunnu standa inni fyri nakrari veitingartrygd?”

Hetta argumentið hjá Hanusi Hansen er ikki ókent og hevur verið frammi fyrr, ikki bert millum umboð fyri fiskireiðarí og manningarfeløg, men eisini frá øðrum síðum. Hvussu ber tað til at so nógvir politikarar og teirra ráðgevarar ikki taka hetta í størri álvara?

Ein blokkur av misskiljingum og reingingum kring hesi viðurskifti kann botna í nøkrum av tí sum nakrir ideologiskt drivnir búskaparfrøðingar áhaldandi hava ført fram yvir fleiri ár, ikki minst í tíðindamiðlum, í slíkan mun at fleiri leiðandi politikarar eftir øllum at døma hava tikið tað til sín: at tann avgerandi spurningurin snýr seg um ‘marknaðartreytir’ og at tað er bæði rætt og rímiligt at vinnulig framíhjárættindi so sum fiskirættindi verða útlutað umvegis uppboðssølu, soleiðis at landinum sum eigara av rættindunum kann tryggjast ‘marknaðarprís’ fyri tey.

Monday, April 30, 2018

Lívgandi rammur ella kvalandi reguleringar

Upsaframleiðsla á Kósini í Klaksvík.
MARIA OLSEN PHOTO
Ikki hoyrist nógv um hvat ið ætlanin er fyri fiskivinnuna hóast nýggja og umfatandi lóggávu — hurlivasi valdar framvegis í spurninginum um hvat vit vilja við hesari vinnu, og lítið og einki sæst til ábendingar um veruligar málsetningar.

Eitt er at ætla okkurt; eitt annað at vita hvat tað er man vil, herundir hví, og eisini hvussu man hugsar sær at tað man ynskir skal kunna gerast veruleiki. Tað kallast við einum fínum orði fyri at hava eina ‘visión’ — also nakað man hevur umhugsað væl og virðiliga og orðað eitt sindur yvirskipað, tó við støði í veruligum viðurskiftum og realistiskum framskrivingum av tilgongdum ið eru avgerandi fyri myndina. Tá er tað ein trúverdig visión; tað mótsatta er meira at rokna sum ein innantóm glitrimynd, og tíverri er síðstnevnda fyribrigdi dekan ov ofta tað sum rennur einum til hugs tá eitt orð sum ‘visión’ verður brúkt. Tíverri; men tað merkir ikki at nakað skeivt liggur í orðinum sum so. Hví hetta er so farið av sporinum kann sjálvandi vera áhugavert at umhugsa, men her skal fyrst og fremst staðfestast at vit sakna eina veruliga visión, eina framtíðar ætlan fyri fiskivinnuna.

Ein politiserað vinna er ikki tað ið flestu føroyingar ynskja, tvørturímóti. Tað sum fólk ynskja — og tað hevur einki sum helst við partapolitikk at gera — er greiðar spælireglur og tryggir karmar at virka undir. Men fyri at kunna gera hetta rímiliga ynski hjá vinnulívinum og øllum teimum ið eru knýtt at tí til veruleika, krevst at tey ið smíðja okkara lógir leggja fram eina greiða og skilagóða ætlan — og ja, aftur við einari visión sum vil eitt sindur meira enn alt tað vit taka fyri givið, uttan tó at gerast beinleiðis bláoygt. Er tað so torført?

Hvussu torført tað er, veldst jú um fyritreytirnar. Eru fyritreytirnar at politikarar og embætisfólk og onkrir konsulentar við teimum bara skulu seta nøkur luftig og háfloygd slagorð saman uttan munadygga samvirkan frá teimum ið kenna til fiskivinnuna í fyrstuhond, fyri síðani at fáa onkrar løgfrøðingar til at skriva ein drakoniskan lógartekst, so verður tað ikki lætt. Undir slíkum fyritreytum kemur nevniliga at leka so illa millum teori og praksis at tann legala-regulativa skútan lættliga kollsiglir longu áðrenn hon kemur út av vágni. At royna sum frægast at lensa og umvæla undir sigling er sjálvandi frægari enn at einki gera undir slíkum umstøðum; men best hevði verið at gjørt tað arbeiðið longu áðrenn lagt varð frá landi.

Wednesday, March 28, 2018

Hvat eru rættindi uttan skyldur — og øvugt

Eftir øllum at døma hava føroyingar ilt við at taka upp spurningin um natúrliga javnvág millum rættindi og skyldur innan fiskivinnu; men um vit skulu koma fram til loysnir sum savna og vara, so slepst ikki undan at umhugsa hetta.

Nágreinað revsitiltøk og mikrostýrandi ásetingar um líkt og ólíkt, alt fyri at tryggja sum mest í stóra pott — ella bara eitt gevaldugt komplex av orðingum ið skulu fáa føroyingar at leggja fiskivinnuna um og seta nýggj fólk inn ið duga at fáast við at keypa fiskirættindi á uppboðssølu. Nei, neyvan er tað vegurin fram. Men hvat enn vit halda um ta nýggju lógina um ‘fyrisiting av sjófeingi’ og hvat enn vit meina um fiskivinnuna annars, so stendur framvegis ein spurningur eftir og gapar: Hvar er okkara leitan eftir rímiligari javnvág millum rættindi og skyldur, tá talan er um at skipa fyri hvussu vit skulu gagnnýta tað livandi tilfeingið í sjónum?

Tá vit tosa um sokallaðar tilfeingisvinnur — tað veri seg veiði, aling, landbúnaður, útvinning av olju og gassi, endurnýggjandi orka, námsídnaður ella annað — so munu flest øll vera samd um at her krevjast væl skipaðir karmar við loyvum og hóskandi avmarkingum, har ein natúrlig javnvág er ynskilig millum, øðrumegin, ávís rættindi at útvinna tilfeingi og, hinumegin, ávísar skyldur knýttar at hesum.

Hetta er ein so logisk og greið meginregla at eingin vil mótmæla henni, hvørki frá vinnuligari ella frá fyrisitingarligari síðu—tú fært nøkur væl definerað rættindi, og afturfyri yvirheldur tú nakrar væl defineraðar skyldur. Men hví skal hetta ikki vera galdandi fyri okkara fiskivinnu?

Tak eitt hugsað dømi, at eitt reiðarí fær tillutað rættindi til at veiða so og so nógv tons av ávísum botnfiskasløgum og/ella so og nógv tons av uppsjóvarfiski yvir eitt áramál. Aftur við væl defineraðum og nøkulunda langsiktaðum rættindum fylgja sum vera man týðiligar treytir — ella kalla tað skyldur, og hesar kunnu vera ymiskar, so sum: fiskiskapurin skal røkjast sambært ávís krøv og allar lógir og reglur mugu haldast; ávísur minimum partur av avlopinum hjá fiskiskipinum skal síggjast aftur í góðum og stabilum arbeiðsplássum, ávísur partur í eitt nú menning av vørum og marknaðum, ávísur partur í vísindaligari gransking, ávísur partur í lokalum stuðli til útbúgving, ella kanska í stuðli til mentan, og hví ikki til rakstur av felags tænastum so sum fiskiveiðieftirliti.

Men so løgið tað ljóðar: Ein greið og avpolitiserað mynd av rættindum og skyldum hevur als ikki hevur verið partur av tí drúgva orðadrátti vit í fleiri ár hava havt í tí almenna rúminum um fiskivinnu og nýskipan.

Wednesday, February 28, 2018

Ávaraðu móti at strika grundleggjandi hugtak: Nú standa manningar til at missa vunnin rættindi

Christian í Grótinum landar til Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Við at burturbeina hornasteinin “veiðiloyvi” úr lóggávuni rykkja politikararnir ikki bara grundarlagið undan samstarvi og samskipan millum fiskireiðaríni — teir seta sáttmálabundin rættindi hjá manningunum í váða; so vænta stríð.

Smart sum tað kann ljóða á skræðuni, at alt sum eitur veiðiloyvi er óneyðugt og ynskiligt at lúka burtur í tí nýggju lógini um ‘fyrisiting av sjófeingi’, líka so katastrofal kann tó ein ófyrireikað avtøka av hesum hugtaki vísa seg at vera.

Køn fólk innan lógarverk og arbeiðsmarknað hava sambært álítandi keldur leingi ávarað landsstýrisfólk og tinglimir ímóti óætlaðum avleiðingum av at rykkja burtur ein so grundleggjandi part av galdandi rammuverki fyri skiparakstur og hýrusáttmálar í fiskivinnuni. Kortini hava hesar ávaringar ikki verið tiknar í nóg stórum álvara til at steðga tí dáragerð sum liggur í at taka burtur uttan fyrilit hendan organisatoriska hornastein.

Órógvin í vinnuni er so mikið stór um hetta nú at manningarfeløgini og Reiðarafelagið sambært keldur umhugsa at samskipa felags støðutakanir í mun til trupulleikar sum uppstanda ella kunnu uppstanda í sambandi við at veiðiloyvið er avtikið uttan at annað hugtak er komið í tess stað.

Veiðiloyvi var nevniliga miðdepil í einum víðum umfangi av viðurskiftum. Tað var ein høvuðsgátt til kunna taka lut í vinnuligum fiskiskapi yvirhøvur, ein formlig treyt hjá hvørjum einstøkum fiskifari fyri at kunna fáa til vega rættindi at fiska, tað veri seg kvotur ella fiskidagar. Veiðiloyvi var partur av tí eftirlitsskipan sum hevur verið galdandi fyri fiskiflotan, og var eisini ein fyritreyt fyri eitt nú kunna vera limur í Føroya Reiðarafelag.

Hugtakið var innarbeitt gjøgnum mong ár og virkaði sum grundarsteinur í einari skipaðari vinnu — her vóru viðurskifti millum manningar og reiðarí staðfest og greinað, eitt nú býti av inntøkum og kostnaðum í sambandi við túrar og avreiðingar. Veiðiloyvi vóru knýtt at teimum einstøku fiskiførunum og teirra manningum, sum umvegis hetta høvdu lógarliga ásett krav upp á ávísan part av teimum inntøkum ið fingust frá tí sum fiskiskip og útróðrarbátar avreiddu. Og sáttmálarnir millum reiðarí og manningarfeløg bygdu somuleiðis á hetta hugtak.

Wednesday, January 31, 2018

Ruðuleiki hóttir framvegis

Tróndur í Gøtu landar uppsjóvarfisk.
MARIA OLSEN PHOTO
Ei undur í at fólk í vinnuni og løgfrøðingar enn kenna seg ótrygg við tann nýggja lógarpakkan fyri fiskivinnuna, sum framvegis krevur ábøtur — fongdur við óvissu og opin fyri skaðavirknað av nýggjum reglum og enn ókendum kunngerðum.

Mong mundu, av røttum ella ikki, kenna ein lætta tá nýggj lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ herfyri varð samtykt í Løgtinginum aftan á broytingarumfør. Fleiri av teimum ið ynsktu umfatandi nýskipan av fiskivinnuni frøddust um at ein tílík endiliga varð staðfest við lóg, og onnur sum frá byrjan høvdu verið heldur skeptisk móti uppskotinum gleddust um at tað hóast alt var eydnast at fáa nógv av tí meira radikala innihaldinum telgt, hølvað og rundað so mikið niður at pakkin yvirhøvur, tá samanum kom, tóktist minni hættisligur enn upprunaliga mett. Aftur onnur, ið kanska ikki høvdu so avgjørdar meiningar um alt kring hesa nýskipan, kundu fegnast um at nú var um ikki annað politiskur friður í væntu her aftan á drúgvt og troyttandi orðageip í áravís.

Tíverri bendir tó ymiskt á at tann gleðin verður stokkut, um ikki Landsstýrið megnar at fáa ta nýggju lóggávuna, á ávísum økjum, rættaða til og stýrda á beint. Millum tey eymu punkt ið lættliga kunnu gerast kelda til enn meira eljustríð, og eitt endaloysi av trupulleikum fyri allar partar, teljast burturbeiningin av sonevndum veiðiloyvum; tær enn ikki kunngjørdu ætlanirnar um tilfeingisgjald; spurningurin um tað uppbólgnaða umfangið av stongdum leiðum; hvussu ið ætlanin er at rokna fiskidagar um til kvotur uttan at fara út um rímilig mørk; tann enn ikki lýsti umsetingarlykilin at áseta toskajavnvirði eftir; og annað.

Hóast tað kann hava verið freistandi hjá troyttum telvarum at relegera punkt sum hesi aftur í rong meðan tingingarnar um tær stóru linjurnar í nýskipanini leikaðu á, so er talan um so mikið álvarslig mál at hvørki vinnan ella samfelagið kann liva við at tað verður blundað fyri teimum nú.

Sum sagt verður, devilin situr í smálutunum.

Thursday, December 28, 2017

Vilja steðga skandaløsum stongsli

Partrolararnir Heykur og Falkur landa í Runavík.
MARIA OLSEN PHOTO
Veiðibann á meira enn helvtina av fiskileiðunum hevur leingi gjørt tað torført hjá heimaflotanum at klára seg; kortini verður effektin av júst hesum og øðrum skerjingum, av órøttum, brúkt sum grund til at avmarka veiðina eftir upsa og botnfiski enn meira.

Ein ætlan um at skerja fiskiveiðina hjá upsatrolarum uppaftur meira gjøgnum eitt nýtt krav um at brúka trolrist aftan á árslok, hevur verið um at fáa bikarið at flóta yvir hjá upsamonnum. Aftaná at reiðarar seint í desember fingu eitt uppskot til hoyringar um eina nýggja kunngerð sum krevur at partrolararnir brúka eina serliga rist fyri at solda smáfisk frá, kom øði í fólk sum arbeiða innan upsavinnuna. Alt bendir tó á at Fiskimálaráðið hevur lagt oyrað til klaguljóð, og at ábøtur kunnu vera ávegis.

Ætlanin var sum skilst at tað nýggja kravið um rist skuldi koma í gildi longu tann 1. januar sum ein av mongum enn ikki avgreiddum kunngerðar pørtum í tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum aftan á eina røð av broytingum varð samtykt í Løgtinginum tann 13. desember.

Fyri upsatrolararnar at fyrireika seg til ta umlegging sum eitt krav um skiljirist ber í sær, var talan yvirhøvur um eina ógvuliga stutta tíðarfreist, og sambært upplýsingar var tað harnæst ómøguligt at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð.

“Einans tvær ristir av hesum slagnum vóru til tá vit fingu hesa kunngerð til hoyringar tann 21. desember,” segði Ingi Hansen, útgerðarmaður á upsavirkinum Faroe Origin, ið hevur seks partrolarar. “Vit vístu so á at tað bar ikki til at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð, og mótmæltu eisini tí skerjing á veiðina sum kunngerðin hevur við sær, um ikki myndugleikarnir samstundis lata upp fyri stongdum leiðum.”

Sum skilst hevur Fiskimálaráðið tikið mótmælini til eftirtektar meir ella minni, og eingin kunngerð um rist til upsaveiðina er komin enn. Hinvegin er ein kunngerð eftir øllum at døma á veg har kravið um rist kemur nakað inn í 2018, samstundis sum onkur av teimum stongdu økjunum verða latin upp fyri fiskiskapi.

Hvussu er og ikki, trupulleikin við teimum stongdu leiðunum er harvið komin undan kavi av nýggjum.

“Sum er hava vit longu fast veiðibann á yvir 50 prosent av fiskileiðunum,” vísti Ingi Hansen á. “Harafturat kemur at hvørja ferð tað verður staðfest at ov nógv er av smáfiski í mun til størri fisk í einum øki sum vit annars sleppa at fiska í, fáa vit ein 20 ps. niðurskurð har. Tað vil siga at allar avmarkingarnar í veruleikanum umfata so mikið sum upp í 70 ps. av fiskileiðunum, og hetta er í grundini ikki nakað sum flotin kann liva við í longdini.”

At avmarka veiðina enn meira vil í praksis vera tað sama sum at koyra stórar partar av heimaflotanum av knóranum, skilst.

‘Greið gongd’

Sum fleiri onnur hava víst á í orðaskiftinum um fiskaríið hjá heimaflotanum, verða avleiðingarnar av teimum umfatandi skerjingum sum hava verið innførdar tey seinastu umleið 20 árini, so sjúkligt tað ljóðar, brúktar sum próvgrund fyri at avmarka veiðina eftir upsa og botnfiski undir Føroyum enn meira. Logikkurin gongur uppá at av tí at landingarnar eru minkaðar so nógv, so má tað vera orsakað av ovurfisking—sektin á at talið á fiskidøgum er so munandi skert samstundis sum umfangið av stongum leiðum er økt so mikið at landingarnar ikki kunnu annað enn minka munandi.

“Veiðihagtøl, sum sam­meta ár við undanfarin ár utt­an at grundgeva fyri hví so stórar broytingar eru í veið­ini, kunnu vera sera villeið­andi og ein avskeplað mynd av veru­leik­an­um, um ikki verður greitt frá hví so er,” segði Osmund Justinussen, fyrrverandi skipari og reiðari, herfyri. “Um vit skulu sammeta veiðihag­tøl­ini á tosk­i í ár við undanfarin ár, og út frá hesum gera eina met­ing av toskastovninum við Føroyar, so eru vit heilt úti í togunum,” legði hann afturat.

Thursday, November 30, 2017

Frá at turrmjólka landskúnni til at súgva lívið úr vinnuni—eitt langt lop

Einaferð livdi føroysk fiskivinna, til egið forderv, av landskassastuðli; nú er øvugt, við einari bólgnandi landsumsiting ið tykist vilja kvala ta vinnu sum hon annars má hava eftir fyri sjálv at kunna yvirliva—men er tilfeingisrenta verulig?

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur.
MARIA OLSEN PHOTO
ĺ summum hava vit fyri óvana at renna úr einari veit yvir í hina, í treiskari avnoktan av sjálvum vegnum sum liggur millum veitirnar. Kanska eru veitirnar í so breiðar og vegurin í so smalur, ella soleiðis uppliva vit tað. Ikki so langt síðani—undir einum tíðarskeiði frá seint í 1970unum og upp til byrjan av 1990unum—var føroyskt vinnulív í ólukkumát heft av fíggjarligum stuðli frá tí almenna. Hetta gjørdist við árunum verri og verri, og endaði við at kollrenna landið búskaparliga og medvirka til ta stóru fíggjarkreppu vit fingu í 1992. Men hvat lærdu føroyingar av hesum? Eftir øllum at døma millum lítið og einki, sambært stjórnmálafrøðingin Jógvan Mørkøre, sum vísir á at ídag er aftur ein líknandi støða íkomin, tó við øvugtum fortekni: nú hava vit ein ovurstóran umsitingarligan yvirbygnað sum hevur sett sær fyri, ella start seg blindan uppá, at súgva so nógvan pening sum til ber so skjótt sum gjørligt úr tí parti av fiskivinnuni sum hevur staðið seg best tey seinnu árini.

At tílíkt endar galið eigur ein og hvør at kunna rokna út. Ov lættliga fingin peningur hevur lyndi til at skapa størri og størri tørv á meira; hann kann, sum eitt nú studningsskipanir, gerast samfelagsliga og búskaparliga vandamikil, ávarar Jógvan Mørkøre. Harafturat kann ivrin eftir at tryggja og fasthalda eitt so freistandi peningarensl eisini vera politiskt vandamikil, og kann í so máta eisini koma til at kosta verandi landsstýrissamgongu dýrt.

“Og eitt áttu í øllum førum tey við tí politiska valdinum ídag at dugað at sæð, nevniliga tað at tað spyrst einki gott burtur úr at noyða politikk niður yvir høvdið á fiskivinnuni úr erva,” skrivar stjórnmálafrøðingurin í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út.

Víðari staðfestir hann at meðan breið undirtøka ídag er fyri at krevja eitt tilfeingisgjald ella tilsvarandi avgjald frá fiskivinnuni fyri at fiska ella fyri rættindi at fiska, so valdar ørkymlan kring spurningar sum tilfeingisrentu og hvussu ein tílík skal roknast út og krevjast inn. Tað sum fólk tykjast hava ilt við at skilja, er at talan er í grundini um ein politiskan spurning tá samanum kemur, heldur enn nøkur neyv vísindi at stýra vinnuni ópartískt eftir.

Tuesday, October 31, 2017

Jan Højgaard: Uppskotið um nýskipan letur upp fyri spekulatión og korruptión

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
MARIA OLSEN PHOTO
Verandi uppskot frá Landsstýrinum um ‘fyrisiting av sjófeingi’ letur upp fyri spekulatión og korruptión, av tí at tað gevur ov nógva makt til eitt embætisverk sum ikki er nóg álítandi; tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard.

“Umsitingin hevur ferð eftir ferð gjørt mistøk, eisini álvarslig mistøk, uttan tó at tað hevur víst seg at fáa nakrar avleiðingar,” segði Jan Højgaard í samrøðu við blaðið Sjógvur & Fólk, sum kemur út í næstum. “Dømini eru fleiri, frá Anitu til óregluligar flytingar av loyvum… nóg mikið til at vit ikki kunnu hava fult álit á umsitingini.”

Sambært FF formannin kann umsitingin ikki metast sum immun móti møguligum mutursfreistingum í framtíðini, sum lógaruppskotið letur upp fyri við at geva ov stórt vald til embætisverkið umvegis kunngerðir, samstundis sum ein stórur partur av fiskirættindunum skulu seljast um uppboðssølu fyri at fáa meira kapping um at sleppa framat at fiska — nakað sum kann fáa óhepnar avleiðingar um sokallaðir strámenn fáa kvotur meðan verulig fiskireiðarí verða við sviðusoð.

“Politikararnir sita bert í avmarkaða tíð, men tey í umsitingini kunnu sita yvir langa tíð, og tað gevur teimum eina ógvuliga sterka støðu í aðalráðunum. Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur, í sambandi við fleiri málsviðgerðir, víst at hon livir ikki upp til ein nóg høgan standard hvat viðvíkur mannagongdum og ábyrgd. Tí er tað óðamannaverk at lata størri partar av lógini vera upp til umsitingina gjøgnum ein hóp av komandi kunngerðum.”

Jan Højgaard vil vera við at lógaruppskotið um nýskipan av fiskivinnuni leggur gjøgnum óhoyrda kunngerðastýring upp til at embætisfólk fáa størri makt enn nakrantíð. Uppboðssøla av rættindum vil samstundis, meinar hann, flyta snúningspunktið í vinnuni frá tí sum higartil hevur verið — rakstri og íløgum og øllum tí sum hoyrir til fiskiskap — til sjálv rættindini, sum ístaðin koma at verða sett í miðdepilin; tískil verður trýstið hægri á umsitingina í sambandi við rættindini.