Thursday, November 30, 2017

Frá at turrmjólka landskúnni til at súgva lívið úr vinnuni—eitt langt lop

Einaferð livdi føroysk fiskivinna, til egið forderv, av landskassastuðli; nú er øvugt, við einari bólgnandi landsumsiting ið tykist vilja kvala ta vinnu sum hon annars má hava eftir fyri sjálv at kunna yvirliva—men er tilfeingisrenta verulig?

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur.
MARIA OLSEN PHOTO
ĺ summum hava vit fyri óvana at renna úr einari veit yvir í hina, í treiskari avnoktan av sjálvum vegnum sum liggur millum veitirnar. Kanska eru veitirnar í so breiðar og vegurin í so smalur, ella soleiðis uppliva vit tað. Ikki so langt síðani—undir einum tíðarskeiði frá seint í 1970unum og upp til byrjan av 1990unum—var føroyskt vinnulív í ólukkumát heft av fíggjarligum stuðli frá tí almenna. Hetta gjørdist við árunum verri og verri, og endaði við at kollrenna landið búskaparliga og medvirka til ta stóru fíggjarkreppu vit fingu í 1992. Men hvat lærdu føroyingar av hesum? Eftir øllum at døma millum lítið og einki, sambært stjórnmálafrøðingin Jógvan Mørkøre, sum vísir á at ídag er aftur ein líknandi støða íkomin, tó við øvugtum fortekni: nú hava vit ein ovurstóran umsitingarligan yvirbygnað sum hevur sett sær fyri, ella start seg blindan uppá, at súgva so nógvan pening sum til ber so skjótt sum gjørligt úr tí parti av fiskivinnuni sum hevur staðið seg best tey seinnu árini.

At tílíkt endar galið eigur ein og hvør at kunna rokna út. Ov lættliga fingin peningur hevur lyndi til at skapa størri og størri tørv á meira; hann kann, sum eitt nú studningsskipanir, gerast samfelagsliga og búskaparliga vandamikil, ávarar Jógvan Mørkøre. Harafturat kann ivrin eftir at tryggja og fasthalda eitt so freistandi peningarensl eisini vera politiskt vandamikil, og kann í so máta eisini koma til at kosta verandi landsstýrissamgongu dýrt.

“Og eitt áttu í øllum førum tey við tí politiska valdinum ídag at dugað at sæð, nevniliga tað at tað spyrst einki gott burtur úr at noyða politikk niður yvir høvdið á fiskivinnuni úr erva,” skrivar stjórnmálafrøðingurin í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út.

Víðari staðfestir hann at meðan breið undirtøka ídag er fyri at krevja eitt tilfeingisgjald ella tilsvarandi avgjald frá fiskivinnuni fyri at fiska ella fyri rættindi at fiska, so valdar ørkymlan kring spurningar sum tilfeingisrentu og hvussu ein tílík skal roknast út og krevjast inn. Tað sum fólk tykjast hava ilt við at skilja, er at talan er í grundini um ein politiskan spurningur tá samanum kemur, heldur enn nøkur neyv vísindi at stýra vinnuni ópartískt eftir.

Tuesday, October 31, 2017

Jan Højgaard: Uppskotið um nýskipan letur upp fyri spekulatión og korruptión

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
MARIA OLSEN PHOTO
Verandi uppskot frá Landsstýrinum um ‘fyrisiting av sjófeingi’ letur upp fyri spekulatión og korruptión, av tí at tað gevur ov nógva makt til eitt embætisverk sum ikki er nóg álítandi; tað sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard.

“Umsitingin hevur ferð eftir ferð gjørt mistøk, eisini álvarslig mistøk, uttan tó at tað hevur víst seg at fáa nakrar avleiðingar,” segði Jan Højgaard í samrøðu við blaðið Sjógvur & Fólk, sum kemur út í næstum. “Dømini eru fleiri, frá Anitu til óregluligar flytingar av loyvum… nóg mikið til at vit ikki kunnu hava fult álit á umsitingini.”

Sambært FF formannin kann umsitingin ikki metast sum immun móti møguligum mutursfreistingum í framtíðini, sum lógaruppskotið letur upp fyri við at geva ov stórt vald til embætisverkið umvegis kunngerðir, samstundis sum ein stórur partur av fiskirættindunum skulu seljast um uppboðssølu fyri at fáa meira kapping um at sleppa framat at fiska — nakað sum kann fáa óhepnar avleiðingar um sokallaðir strámenn fáa kvotur meðan verulig fiskireiðarí verða við sviðusoð.

“Politikararnir sita bert í avmarkaða tíð, men tey í umsitingini kunnu sita yvir langa tíð, og tað gevur teimum eina ógvuliga sterka støðu í aðalráðunum. Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur, í sambandi við fleiri málsviðgerðir, víst at hon livir ikki upp til ein nóg høgan standard hvat viðvíkur mannagongdum og ábyrgd. Tí er tað óðamannaverk at lata størri partar av lógini vera upp til umsitingina gjøgnum ein hóp av komandi kunngerðum.”

Jan Højgaard vil vera við at lógaruppskotið um nýskipan av fiskivinnuni leggur gjøgnum óhoyrda kunngerðastýring upp til at embætisfólk fáa størri makt enn nakrantíð. Uppboðssøla av rættindum vil samstundis, meinar hann, flyta snúningspunktið í vinnuni frá tí sum higartil hevur verið — rakstri og íløgum og øllum tí sum hoyrir til fiskiskap — til sjálv rættindini, sum ístaðin koma at verða sett í miðdepilin; tískil verður trýstið hægri á umsitingina í sambandi við rættindini.

Thursday, September 28, 2017

Allur bati bøtir men skaði hóttir framvegis

Frystilínuskipið Klakkur.
OLIVER JOENSEN — NORÐLÝSIÐ
Hóast týðiligar batar í upplegginum til nýskipan av fiskivinnuni, spøkir framvegis ógreiði um hugtøk í tí ætlaðu lógini — eitt nú eru ásetingarnar um miðsavnan av fiskirættindum illa defineraðar og tí torførar at fyrihalda seg til.

So kom uppskotið til lóg um “fyrisiting av sjófeingi” endiliga á tingborð, og broytingarnar tað vil innibera fyri føroyska fiskivinnu, og harvið alt samfelagið, kunnu gerast sera umfatandi — kanska meira enn nakar ímyndar sær.

Lógaruppskotið, lagt fram til 1. viðgerð tann 14. september, ber boð um eina víðfevnandi umskipan av verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Tað positiva, heilt stutt, er at fiskimálaráðharrin, íroknað Landsstýrið sum hann er partur av, við hesum vísir dirvi til at koma við nøkrum sum eingin annar hevur váðað sær, í einum umfangi sum alt annað enn smæðist burtur. Um hetta sum heild røkkur til dygdargott lógarsmíð, er ein annar spurningur.

Her skulu vit so hyggja at nøkrum avbjóðingum í samanhanginum, úr einum sjónarhorni ið tekur støði í meginreglum um virkissamskifti og almenn mál. Lat okkum staðfesta beinanvegin at politiskt kann talan ikki hava verið um nakra lætta uppgávu — fleiri royndir hava verið gjørdar tey seinnu árini at fyrireika eina tilgongd, men ikki fyrr enn á hesum sinni er eitt lógaruppskot komið undir land við endamáli at endurnýggja karmarnar um fiskivinnuna.

Tíðarpress er ein táttur í tilgongdini sum neyvan hevur gjørt arbeiðið við uppskotinum lættari. Var nakað av hesum pressi óneyðugt? Helst — lógarlig heimild er nevniliga fyri at leingja verandi skipan í tvey ár um neyðugt (og hví skuldi Løgtingið partú siga upp øll loyvir í 2007 við virknað frá 1. januar 2017 fyri tað um eitt sindur av øsing var um okkurt skipakeyp)? Neyðugt ja, út frá einum samskiftis sjónarmiði. Hví, hvussu tá? Jú, og hetta havi eg víst á ferð eftir ferð — tað er heilt grundleggjandi í einari tilgongd sum inniber týðandi og umfatandi broytingar í livikorum hjá fyritøkum, familjum og lokalsamfeløgum, at hesi verða virðiliga hoyrd og teirra møguligu stúranir gjølla og ábyrgdarfult umhugsaðar.

So sigur onkur: nei, tað ber so illa til í praksis, tað verður bara til kegl og tíðarspillu. Har er svarið jú, tað ber væl til at engagera seg við fólk, sjálvt um tey búgva uttan fyri umsitingarbýin; at lurta eftir hvat tey hava at siga um møguligar avleiðingar av hugsaðum tiltøkum er ikki bert ein skylda men ein fyritreyt, um ætlanin er at eydnast við tí nýskipan sum farast skal undir.

Men hvat um man frá politiskari síðu heldur vil leggja dent á at fáa hesar umfatandi ætlanir gjøgnumførdar, uttan mun til lokal harmaljóð og ávaringar frá vinnufeløgum?

Thursday, August 31, 2017

Tí kom svíðandi stígur í nýskipanina

Politikari krossar fingrar handan bak.
SHUTTERSTOCK
Økiskvotur, harðar anti-trust reglur, uppboðssøla av rættindum, óhoyrdar ráðharra heimildir og óvissur uttan tal — ein ætlan um fiskivinnu nýskipan hvørs undirtøka í Landsstýrinum alsamt meira framstendur sum ivasom.

Tað nógv umtalaða uppskotið um nýggja lóg fyri vinnuligan fiskiskap — Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum tað nú skal eita — er framvegis ikki lagt á tingborð aftan á eina røð av seinkanum, sum kunnu benda á at full innanhýsis semja ikki er í landsstýrissamgonguni um týðandi partar av tí uppskoti sum skuldi leggjast fram áðrenn tingið fór í summarfrí. Herfyri ljóðaði at flokkarnir í samgonguni langt um leingi vóru komnir ásamt um alt innihaldið í lógaruppskotinum; men síðan er tíðin aftur farin at líða og framvegis er eingin tekstur at síggja.

Uppskotið hevði møguliga havt fyritreytir til at kunnað verðið samtykt við stórum meiriluta, um so var at Landsstýrið hevði havt eydnu við at arbeitt fram eina veruliga semju við vinnuna og ta politisku andstøðuna. Hví tað ikki er eydnast at møta hesari avjóðing kann ein og hvør gera sínar egnu metingar um. Men munagott og álitisfremjandi samskifti við allar týðandi partar er eitt lyklaorð í slíkum høpi, ikki minst tá umhugsað verður hvussu umfatandi og radikal inntriv talan er um í uppskotinum (sambært tað sum higartil er komið fram alment).

Eitt av fleiri dømum um politiskt hættislig punkt í samanhanginum er økiskvotur. Uttan iva er endamálið við hugtakinum gott og heiðurligt, og sum skilst er tankin at fyribyrgja at kvotur verða miðsavnaðar í ov stóran mun. Helst er hugsanin inspirerað av veruligum trupulleikum av hesum slag, eitt nú í ĺslandi men eisini aðrastaðni.

Exercisa í hvørjum?

Tað sum tó greitt ger hetta til eitt minni mál í Føroyum er okkara geografiska stødd og samanseting, og ikki minst okkara eftir fólkatalinum óvanliga væl útbygdi infrastrukturur: Uttan mun til hvar í landinum eitt arbeiðspláss liggur, so kann eingin hava meira enn tveir tímar til arbeiðis, og tey sum veruliga hava so langan tein til arbeiðis eru fá. Tað er greitt at fólk vilja, í Føroyum so væl sum aðrastaðni, helst ikki hava ov langt til arbeiðis. Men also, viðurskiftini kring avstandir til arbeiðspláss eru øðrvísi hjá okkum samanborið við ĺsland og onnur lond — hjá okkum er tað sjáldan nøkur verulig vanlukka fyri eitt lokalt samfelag um eitt arbeiðpláss verður flutt; tí her er ongantíð langt frá einum plássi til annað.

Hetta við økiskvotum í Føroyum líkist tí einari herferð ímóti einum tómum spøkilsi av einum trupulleika. Vandin við at fara inn politiskt og lóggeva í slíkum høpi liggur sum vera man í at broytingin kann í sjálvum sær skapa nýggjar, veruligar og óneyðugar tvørleikar.

Tuesday, July 25, 2017

Soleiðis bleiv ein góð skipan niðurlagað

Í ferð við at hála: Útsýni frá hekkuni á partrolara.
MARIA OLSEN PHOTO 
Eitt eygnakast á tær umfatandi skerjingar sum fiskiflotin undir Føroyum hevur verið útsettur fyri, vísir at skipanin við fiskidøgum er álað sundur av politiskum inntrivum og áhaldandi fiskifrøðiligari ráðgeving undir skeivum fyritreytum.

Tað ‘Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ sum eftir ætlan skuldi leggjast fram áðrenn Tingið fór í summarfrí men sum tingformaðurin tók av borðinum við ávísing til ivaspurningar og ógreiði, skal sum skilst standa sína roynd av nýggjum í tí tingsetu sum byrjar á Ólavsøku. Lítil ivi er um at onkrar broytingar til uppskotið eru orðaðar undir summarfrítíðini, men júst hvat og hvussu tykist eingin vita at siga frá í løtuni.

So mikið er tó greitt at talan er um eina støðu ið kann minna um politiska kreppu, í øllum førum um skulu vit ganga eftir hvat miðlar spekulera. Hinvegin er ofta best at ikki leggja ov nógvan týdning í gitingar, so lat okkum fyribils bara ganga út frá at verandi uppskot við onkrum broytingum verður lagt fram nú í næstum.

Í tann mun hetta uppskot kundi lesast og skiljast samanhangandi — teksturin tykist ikki longur alment tøkur á internetinum — so innibar tað millum annað at Fiskidaganevndin verður avtikin til frama fyri eitt ráð við umboðum fyri m.a. Havstovuna og fiskivinnuna. Tankin hevur verið frammi fyrr, til dømis hevur Dennis Holm, fyrrverandi formaður í Fiskidaganevndini, talað fyri tí. Hetta er so ikki beinleiðis nakað kardinalpunkt samanborið við eitt nú uppboðssøluna av fiskirættindum, herdar anti-trust reglur og ta yvirhøvur dramatiskt víðkaðu politisku stýringina ávegis við hundrað heimildum til landsstýrismannin at taka avgerðir sjálvur og smíða nýggjar reglur umvegis kunngerðir.

Men lat okkum fyri hesu ferð heldur umhugsa fiskidagaskipanina sum nú kanska er við at syngja sín svanasang, og fyri stóran part verður avtikin sambært tað nýggja uppskotið hjá Landsstýrinum. Optimisman kring hesa skipan var stór í fleiri ár, av fleiri orsøkum. Hon var eitt føroyskt svar til eina nógv minni flexibla og meira útblakingar-inducerandi kvotaskipan fyri heimaflotan, sum var blivin kroyst yvir høvdið á føroyingum frá danskari síðu í sambandi við fíggjarkreppuna í fyrru helvt av 1990unum.

Tuesday, June 27, 2017

Betur at síggja skriftina á vegginum enn at fella seg sjálvan um bein

Upsamenn rokast úti á feltinum.
MARIA OLSEN PHOTO
Tað at vilja gera tilmæli frá teknokratum til lóg fyri fiskimenn — er tað annað enn fúsleiki at tveita heilar samfelagsbólkur niður í yrkis- og máttloysi uttan haldgóða grund, gjøgnum at javnseta fiskifrøðiligar metingar við grundleggjandi natúrvísindi?

Albert Einstein skal hava sagt at ein persónur sum ikki megnar at greiða frá einum samanhangi so mikið týðiliga og greitt at eitt átta ára gamalt barn kann skilja tað, hevur sjálvur heldur ikki skilt samanhangin.

At rykkja grundarlagið undan tilveruni hjá stórum tali av fiskimonnum og teirra familjum og oyðileggja teirra yrkisleið og innihald í lívinum, alt fyri at handhevja nakrar teoriir um fiskastovnar sum í eina tíð hava havt rásarúm ymsastaðni, tó uttan at kunna greiða skilliga og sannførandi frá orsøkini til slík harðlig tiltøk — er tað vert tann kostnað tað vil hava við sær fyri eitt pikkulítið samfelag sum tað føroyska?

Tað at makthavarar gera munandi inntriv á hvørjum ári í inntøkugrundarlagið hjá hart og erliga arbeiðandi fólki er ikki bara ljótt og átaluvert út frá einum etiskum og professionellum sjónarmiði — tað er í samskiftishøpi ein fallitterklering, og vil í fiskivinnuhøpi eisini máa støðið undan trúvirðinum í teimum grundgevingum sum verða brúktar, vísindaligar elle ei.

Tí hvørki samfelagsligar ella politiskar avgerðir kunnu byggja á vísindi eina. Har eru altíð subjektivar metingar uppií, eisini tá víst verður til vísindi — hví velja júst hesi ella hasi vísindini, og hvat um hesi fakta kunnu skiljast upp á fleiri mátar? Og hvat við øðrum vísindum sum leggja somu samfelagligu spurningar øðrvísi upp? Hví síggja vit ofta í politiskum høpi, eitt nú í spurningum um fiskivinnu, einans tilvísingar til teknokrat-tendensiøs vísindi har fólk kunnu goyma seg aftan fyri avanseraðar formlar sum bara nøkur heilt fáa kunnu fyrihalda seg til?

Wednesday, May 31, 2017

Hví drepa heimaflotan? Teknokrati móti viti og skili

Fleiri hundrað møttu til mótmælistiltak hjá Føroya
 Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
ÓLI M. LASSEN
Aftan á frágreiðing frá Nýskipanarnevndini og svarskriv frá 36 hoyringspørtum fór ‘Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ í tingviðgerð — framvegis við sera óhepnari konfrontatión millum Fiskimálaráðið og vinnuna í skjáttuni.

Sum vit hava víst á leingi so tykist tað torført í Føroyum at hava eina nøkulunda virðiliga og demokratiska tilgongd í sambandi við ætlaðar umfatandi broytingar í teimum lógarligu og regluligu kørmunum fyri fiskivinnuna. Vit tosa also um at meir ella minni kollvelta grundleggjandi búskaparlig viðurskifti, fíggjarligar fyritreytir og livilíkindi hjá einum stórum parti av samfelagnum og einum berandi liði í landsins útflutnings- og framleiðsluvirði. At øll ið varða av hesari vinnu, við heilt fáum undantøkum, hava ávarað staðiliga ímóti týðandi tættum í tí uppskoti til ‘løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ sum nú er lagt fram í Løgtinginum, undirstrikar bara enn meira at vandi veruliga er á ferð, ikki bert hvat viðvíkur føgrum orðum um fólkaræði, men fyri tann samfelagsliga, búskaparliga og politiska stabilitetin í Føroyum.

Fyrst varð ein Nýskipanarnevnd sett, sum so aftan á lokið arbeiði legði sína frágreiðing fram í oktober í fjør. Hennara tilmælir vórðu í nógvum tó ikki fylgd í tí uppleggi sum Landsstýrið presenteraði í mars í ár. Hartil kemur at 35 av 36 hoyringspørtum — fakfeløg, vinnufeløg og onnur — sum lótu inn síni skrivligu svar, vóru sera atfinningarsom í mun til uppskotið. Undantakið var Búskaparráðið, sum bar seg undan at gera beinleiðis viðmerkingar.

Tann nógvi kritikkurin hevur snúð seg m.a. um uppboðssølu av fiskirættindum og tann ótryggleika hetta kann væntast at hava við sær; broytingar í reguleringini av botnfiskaveiði undir Føroyum frá daga- til kvotuskipan; anti-trust reglur sum gera tað torført um ikki ómøguligt hjá fleiri leiðandi fyritøkum í vinnuni at halda fram við og menna verandi virksemi; og nýggjar og víðar heimildir til landsstýrismannin í fiskivinnumálum at stýra vinnuni við hjálp av kunngerðum.

Frymlar og algoritmur

Í tí tilgongd sum hevur verið higartil er tað eydnast uppsjóvarvinnuni at tryggja sær ein part av tí tryggleika sum krevst fyri at kunna halda fram uttan at steingja virkir og leggja skip. Verri er statt við teimum sum ikki hava fingið oyraljóð millum tey ið umboða tað politiska og fyrisitingarliga valdið.

Sum skilst er lagt upp til at umleið tveir triðingar av rættindunum til veiði eftir botnfiski undir Føroyum skulu seljast um uppboðssølu, sum greitt er ein hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá mongum av teimum sum virka í hesum parti av vinnuni — feløg sum ofta ikki eru fíggjarliga væl fyri. Politiskt verður argumenterað fyri at ‘marknaðurin’ má ráða í spurningum um rættindi at fiska. Men er yvirhøvur nakar marknaður har; og um so er, hví er áhugin at sleppa framat har so lítil sum hann er? Kann tað hugsast at tey sum virka í heimaflotanum fyri tíðina gera tað av orsøkum sum tann politiska stættin als ikki hevur ímyndað sær, nevniliga: ikki so nógv fyri peningaligan vinning her og nú, men meira við atliti til aðrar dimensiónir so sum meiningsfult yrki, arbeiðspláss, nærsamfelag og relatiónir millum fólk, kanska aftur við stillari vón, og kanska vissu, um at einaferð broytist tann vistfrøðiliga javnvágin í havinum aftur til frama fyri botnfiskin, einaferð tá tann nógvi og svangi uppsjóvarfiskurin er minkaður nakað.

Thursday, March 23, 2017

‘Latið tykkum í spennitroyggju og leypið á bláman’

Fjarskotin fiskur í garni.
SHUTTERSTOCK
Óskilligt anti-trust, rættindi á uppboðssølu, bann móti útlendskum kapitali, avmarkingar fyri avreiðing uttanlands, skeivar umrokningar frá døgum til kvotur, ógreiðar reglur, villar heimildir til politikarar — skal vinnan skutlast?

Sjáldan um nakrantíð man, av politiskum brimbrotum, hava leikað so hart á bulin í føroyskari fiskivinnu. Allastaðni frá hoyrist alarmur um eitt ófantaligt lógarsmíð sum herfyri varð lagt alment fram undir heitinum “Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” — ein fløkjaligur orðastreymur um straff, spennitroyggjur og seyðbond fyri tey ið fáast við fiskivinnu og, í sama andadrátti, upplegg til glíðandi hálar, markleysar og ógjøgnumskygdar heimildir fyri ein landsstýrismann.

Hvør veit, kanska er hetta kaotikkur á høgum stigi, ið vil okkurt ítøkiligt sum enn ikki er avdúkað; ella er bara talan um ein óndan ruðuleika av neyðsemjum og ómegd aftan fyri politisk leiktjøld? Hvat annað skuldi tað kunnað verið?

Hvat hetta enn er, so tykist vera stungin út í kortið ein kollektiv óðamannaferð ið so ella so skal revsa alt og øll ið tey seinnu árini hava havt hegni, dirvi og umstøður til at byggja upp líkinda styrki innan føroyska fiskivinnu. Og so hendir tað mitt í gyltasta tíðarskeiði nakrantíð fyri okkara útflutningsvinnu.

Anti-trust reglurnar í lógaruppskotinum hava verið fyri lemjandi atfinningum av øllum ættum, og ei undur í. Skulu tær setast í verk soleiðis sum ætlað sambært fløkjutekstin, aftur við uppboðssøluni av tí nógva av føroyskum veiðirættindum, so skulu allar tær leiðandi fyritøkurnar í okkara fiskivinnu ikki bert forðast í at vaksa meira men beinleiðis skerjast í sínum verandi virksemi. At tílíkt sannlíkt fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri arbeiðspláss í Klaksvík og Runavík, og helst aðrastaðni við — eitt nú á Tvøroyri, í Kollafirði og í Fuglafirði — átti at fingið øll avvarðandi fakfeløg upp úr stólinum, soleiðis at landsins lógarsmiðir kunnu fáa høvi til at gera neyðugar ábøtur.

Thursday, March 16, 2017

Skeri eg teg her so missi eg teg har

Arbeiða svartkalva í Vestmanna.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein óverulig blanding av skelki og svartskygni hevur rakt fiskivinnuna vítt og breitt mitt í einari gulltíð; vónir verða tó settar til at verandi hoyringar kunnu gera at Landsstýrisins uppskot um ‘Fyrisiting av sjófeingi’ fær munandi ábøtur.

Var tað ikki greitt fyrr, so er eingin ivi longur millum tey ið varða av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni: tað verður skotið eftir teimum við skørpum. Har er eingin góða mamma, eingin misskiljing — uppskotið um nýskipanir fyri fiskivinnuna fær avleiðingar tann skeiva vegin fyri fiskireiðarí sum Varðan, Christian í Grótinum, JFK og Framherja, og tey virkir sum eru knýtt at teirra virksemi, eitt nú Faroe Origin í Runavík og Kósin í Klaksvík; samstundis kann vandi vera fyri at tey trý stóru uppsjóvarvirkini í Føroyum, sum eisini eru knýtt at somu fyritøkum — Varðin Pelagic á Tvøroyri, Faroe Pelagic í Kollafirði og Pelagos í Fuglafirði — missa trygdina í sínum rávørugrundarlag.

“Jarðarferðarstemningur kring um høvuðsmotorin,” viðmerkti borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, á Facebook. “Nú situr tjóðin væl saktans bara og bíðar eftir at Aksel skrivar út nýval, soleiðis at tað slepst burtur úr ruðuleikanum og kaotisku kósini aftur. Verri enn tað sama fær tað ið hvussu er ikki verið.”

Johnny í Grótinum, formaður í Nýskipanarnevndini sum Fiskimálaráðið í fjør setti at gera tilmæli um nýskipan av lógini um vinnuligan fiskiskap, finst hvassliga at anti-trust reglunum í tí lógaruppskoti sum varð lagt fram tann 6. mars í ár.

“Sum vit skrivaðu í álitinum so er einki vinnuligt ella búskaparligt argument fyri at seta mørk í lógina sum skulu regulera støddina á teimum einstøku vinnufyritøkunum,” segði hann við Kringvarp Føroya. “Tvørturímóti so eru okkara vinnufyritøkur ógvuliga lítlar í altjóða høpi,” legði hann afturat.

Thursday, March 9, 2017

‘Sjófeingi’ og ófrættakendir fótonglar

Verksmiðjutrolarin Norðborg við bryggju í Klaksvík.
MARIA OLSEN PHOTO
Nú eitt lógaruppskot um “fyrisiting av sjófeingi” er lagt fram aftan á tíggju ár, stingur ein keðiligur spurningur seg upp: hvat kann ætlanin vera við at noyða tær fremstu fyritøkurnar í fiskivinnuni at skerja sítt virksemi so munandi?

Nú er at spenna trygdarbeltið og ikki at vera fyri, tí oman av tindum er komið eitt ódefinerað nýyrði yvir Føroya land: sjófeingi. Í uppskoti til lóg um “fyrisiting av sjófeingi” vil onkur eftir øllum at døma leggja nýggjan sjógv millum vinnuliga og politiska stætt, og førka seg enn longur frá tí veruleika sum fólkið úti kring oyggjarnar livir undir.

Hetta er ikki ein greining av øllum uppskotinum men heldur ein fyribils viðmerking til ávísar partar av tí. Sjálvur málburðurin kundi bent á at her snýr tað seg ikki bara um at so ella so niðurminka ella fremmandgera fiskivinnuna, men eisini um at tyngja hana við nýggjum reguleringum og paragrafum og strammingum, hvør skal siga: her má eingin ivi vera um at tann ið vágar sær at fáast við fiskivinnu skal so sanniliga eisini fáa ríkiligt av extraordinerum krøvum við innbygdum hóttanum um avtøku av loyvum.

Vónandi verður bøtt um hetta undir teimum komandi tveimum-trimum vikunum meðan uppskotið er til hoyringar.

Málbrúkið er eitt. Sjálvt innihaldið er annað og meira, og har sker ymiskt í eyguni hjá teimum ið varða av og liva í vinnuni. Ikki nógv er at síggja til tað sum kom frá Nýskipanarnevndini — hvat so endamálið var við at seta ein tílíkan bólk av serfrøðingum. Hinvegin er tað løgna hugtakið við uppboðssølu av fiskirættindum hevjað upp til eitt megintema, har ymiskir prosentpartar av veiðini eftir ymiskum fiskasløgum skulu seljast via uppboð. Í stuttum er talan um sera umfatandi partar av veiðini, og ásetingarnar um hvussu nógv av hvørjum fiskaslagi ið skal á uppboðssølu tykjast heldur enn ikki fløktar; sambært metingar skulu heilt upp til eini 60% av verandi rættindum til at veiða sild seljast um alment uppboð.

At mótstøðan ímóti hesum uppboðssølu leisti alla tíðina hevur verið stór, serliga í vinnuni men eisini í samfelagnum yvirhøvur, tykist ikki at hava rinið við hjá teimum ið hava orðað uppskotið.

Samstundis er uppskotið, beint ímóti tilmælinum hjá Nýskipanarnevndini, væl stappað við orðingini “ogn Føroya fólks” hóast eingin enn heilt tykist hava skilt hennara neyva lógarliga týdning.

Miðsavning?

Men tað sum hevur sent ein skelk gjøgnum serliga uppsjóvarvinnuna, er ein nýggj anti-trust regla sum við garanti, um hon ikki verður broytt, illa kann annað enn innibera eina beinleiðis niðurlaging av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni. Tað er ringt at síggja endamálið við hesum, tá hugsað verður um hvussu lítið samfelag tað føroyska er og hvussu fjølbroytt og breið luttøkan í fiskivinnuni, herundir uppsjóvarvinnuni, í veruleikanum er, samanborið við onnur lond.

Thursday, February 23, 2017

Alt upp í ein spíss: Kreppa knappliga sannlík

Linjur ganga glóðheitar í hesum døgum.
SHUTTERSTOCK
Málið um nýskipan av fiskivinnuni er komið upp í kók á tí politisku kabússuni, og ivin um framtíðar vinnukarmar er nú exploderaður heilt — við hóttan um at eingi fiskirættindi verða útskrivað, um ikki ein semja fæst í ár um nýggja lóg.

Sjáldan munu so nógvir føroyingar hava sæð eitt so stórt mál við so stórum skundi drigið út so leingi. Men ikki nóg mikið við tí — vit skulu eisini leggjast inn sum ósjálvbodnir áskoðarar til ein vinnupolitiskan sjónleik sum nú hevur sett ta samlaðu fiskivinnuna undir hamaran gjøgnum eitt ultimatum frá sjálvum fiskimálaráðharranum: kemur eingin politisk semja áðrenn 1. januar 2018 um nýggja lóggávu fyri fiskivinnuna, so verða eingi veiðirættindi útskrivað, og so hevur eingin í Føroyum loyvi at reka vinnuligan fiskiskap.

Sjónleikurin, ella cirkusið, byrjaði í 2007 við at Løgtingið so glaðbeint sum einmælt samtykti at siga øll føroysk fiskirættindi upp til 1. januar 2018. Jú, stemningurin var so heitur fyri at okkurt mátti gerast, og tað beinan vegin, fyri at steðga “spekulatión” sum loyvdi einstøkum at tjena stórar pengar upp á nakað ið sama høga ting hevur alment designerað sum “ogn Føroya fólks”.

Niðurteljingin varð harvið sjósett, og eingin tóktist ivast í at politikararnir fóru at megna at loysa, í tíð innan tíggju ár, ta uppgávu sum harvið lá fyri framman: at orða og samtykkja eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap við breiðum parlamentariskum grundarlag.

Kanska nóg listinlærdir

Reimin um lendarnar á politikarunum vísti seg tó at vera so sum so. At teir ídag — allir flokkar sum ein — standa við buksunum niðri, er einki stuttligt fyri okkum sum ófrívilliga blivu vitni til hendan óskilliga línudans.

Thursday, February 16, 2017

Tí má nýskipanin útsetast í fimm ár

Bakur og Stelkur á upsaveiði.
MARIA OLSEN PHOTO
“Tíðin er gingin undan,” staðfestir fiskimálaráðharrin, og alt bendir á at hann hevur rætt — tað er neyvan gjørligt nú at fáa eina veruliga nýskipan av fiskivinnuni samtykta í tíð áðrenn klokkan slær 2018; ymiskt kann tó gerast.

“Sjálvandi skal ein nýggj fiskivinnuskipan, sum vit hava møguleika fyri at gera nú… hon skal eisini taka sterkt atlit til verandi aktørar. Tað verður eisini gjørt; so tað hevur ongantíð verið sagt frá mínaru síðu, ella frá Aksel [Johannesen] ella Poul [Michelsen], at tað er nakað við at frá 1. januar 2018 so stendur nakar á berum. Tað kemur ikki upp á tal. Tað hevur ongantíð verið ætlanin.”

Soleiðis royndi Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri og formaður í Tjóðveldi, at sissa ekkafullar røddir sum hoyrdust millum áhoyrararnar á ‘Fiskivinnupolitiskum Toppfundi’ undir Torradøgum í Klaksvík fyrr í vikuni.

Men trupulleikin er, sum eisini kom fram týðiliga undir tiltakinum, at nú ber illa til at fáa tíðina at røkka til at nøkur nýskipan av fiskivinnuni kann orðast og samtykkjast í nøkulunda tíð áðrenn 1. januar 2018, tá øll verandi fiskirættindi fara úr gildi sambært lóg.

Har er tó ein útvegur í lógini, í og við at hon heimilar at verandi loyvir verða longd í fimm ár. So tað liggur í kortunum at tað kann vera óklókt at stressa og streingja á nú fyri at kroysta eina nýskipan ígjøgnum uttan ta nógv umtalaðu breiðu politisku semjuna, har tað enntá tykist ivasamt um parlamentariskur meiriluti yvirhøvur fæst fyri tí. Hetta bleiv ikki beinleiðis viðgingið men tó óbeinleiðis, tá fiskimálaráðharrin viðmerkti undir tí almenna fundinum í Klaksvík at “tíðin er gingin undan.”

Thursday, February 9, 2017

Í slíkum sprutti kunnu orð merkja hvat sum helst


Partrolari.
MARIA OLSEN PHOTO
Eitt er politiskt at skrúva upp fyri føgrum orðingum um “javnbjóðis” atgongd fyri øll og “marknaðargrundaða” skipan fyri fiskirættindi og ta veiði sum kemur upp á land — annað er at greiða frá hvat hetta skal innibera í praksis.

Í øllum sprellinum um nýskipan av fiskivinnuni eru nakrir stórir tankatoskar slopnir at vinna flótandi fótafesti millum politikarar, viðmerkjarar og tíðindafólk. Talan er næstan um orwellisk orð sum hava rullað íðuliga á landjørðini við umboðum úr serliga embætisstættini vaggandi sum undir ávirkan av rúsi frá útlitum fyri størri innslúsing av ymiskum fæ, og makt og prestigu afturvið, til umsiting og alt tað ið har til hoyrir. Lítið at siga til at ivrin eftir at raka rættar tónar og endurtaka gandaramsur ið kunnu fáa okkurt fram ið slær politiskt bingo er stór — og kanska torfør at temja.

Men nú ið teir retorisku glúparnir skulu møta tí lógarligu vatnskorpuni, spruttar illa.

“Nýggir aktørar” skulu sleppa framat, ljóðar tað, eisini í upplegginum frá Nýskipanarnevndini herfyri — tað var jú partur av teirra arbeiðssetningi. Hinvegin, um nú manglandi møguleikar fyri nýggjar aktørar er ein so álvarsligur trupulleiki at øll verandi vinna mestsum má tveitast út í andaleyp fyri at gera nakað við hann, so kennist tað rættiliga løgið at vit ikki síggja meira detaljur í tí almenna rúminum um spurningin.

So júst hvar er tað ið skógvurin klemmar mest? Er tað einstakir partar í vinnuni sum eru misnøgdir um at ikki kunna fáa fatur á ynskiligum rættindum við at uppfylla nakrar hissini treytir og kontakta vinir og kenningar í tí politisku skipanini? Er tað onkur sum harmast um at hava selt sítt í skeivari løtu og nú angrar og vil hava tað aftur, og sær ein møguleika í at fáa politikarar til at broyta spælireglurnar uttan atlit til verandi aktørar, sum hava goldið dýrt og brúkt langa tíð um at byggja sítt upp? Ella er tað okkurt heilt annað sum ger seg galdandi — tað er jú ómøguligt at vita so leingi einki undirlag fyriliggur alment sum vísir greitt hví og hvussu vit hava ein trupulleika her.

Friday, February 3, 2017

Og gloym ikki listarkvotur og súrevnisgjald

Eitt gylt egg og annað.
SHUTTERSTOCK

Nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum mælti frá at brúka orðingina ‘ogn Føroya fólks’ sum part av komandi lóggávu um fiskivinnuna — ei undur í, so leingi vit ikki hava gjørt okkum nærri tankar um viðurskiftini kring luft og list.

Aftan á allan tann hurlivasa um hugtøk sum í fleiri Harrans ár hevur ørkymlað føroyskt orðaskifti um fiskivinnustýring, og sum nú kann hava nátt sítt hæddarpunkt, kom so álitið frá Nýskipanarnevndini og stoytti eina stóra spann av køldum vatni á hesa annars glóðheitu plátu.

Í álitinum, sum nevndin legði fram alment í oktober í farna ári, verður í kapitli um “Ogn Føroya fólks” staðfest fylgjandi: “Eitt av høvuðsmálunum við nýskipanini er sambært arbeiðssetninginum at tryggja: ‘at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindir Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.’”

Men síðani verður lagt afturat: “Livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindir Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, hava eitt virði fyri føroyska samfelagið. Nevndin metir at lóggávan eigur beinleiðis at áseta hvussu hetta virðið skal koma føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini til góðar. Hetta eigur at verða skipað við beinleiðis regulerandi ásetingum í lóggávuni og ikki við orðingum um ogn Føroya fólks, sum ikki í sjálvum sær staðfesta nakra rættarstøðu ella skyldur sambært lóggávuni. Nevndin mælir til at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikin úr lógartekstinum, og at endamálið við umsitingini av livandi tilfeinginum heldur verður tikið upp og neyvari lýst í viðmerkingunum til lógina. Í staðin mælir nevndin til at regulerandi ásetingar verða settar í lóggávuna, har ítøkilig støða verður tikin til hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingið verður skipaður, og hvussu virðið kemur samfelagnum til góðar. Nevndin mælir til at gildistíðin á brúksrættindunum verður ásett í nýggju fiskivinnulóggávuni.”

Alskyns góðbitar

Ger so væl. Nevndin fer ikki út í nakra sjóforkláring um hví hon metir at júst ein orðing sum ‘ogn Føroya fólks’ er óheppin í hesum høpi. Tann frágreiðing hon gevur er uttan iva nøktandi í samanhanginum.

Men set fyri at vit fingu ein veldigan uppgang innan málningalist sum vinnu, í sovorðnan mun at listarfólk og galleristar og onnur tóku at ríka seg upp og fingu so nógv virksemi at tey máttu seta fleiri og fleiri fólk í starv at gera alt møguligt herundir at mála listarverk.

Thursday, January 26, 2017

Við nøkrum so dýrtkeyptum í vágskálini

Flutnings- og goymsluvirksemi í Kollafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein væleydnað nýskipan av fiskivinnuni krevur grundleggjandi atlit til ta sannroynd at fortreytirnar at virka undir í hesari vinnu eru óvanliga skiftandi — her er alneyðugt at hava standfastar og álítandi vinnupolitiskar karmar.

Tað kann uttan iva takast sum eitt sunt og gott tekin um opinleika at føroyingar nú í longri tíð hava umhugsað og skift orð um nýskipan av fiskivinnuni, og í hesum høpi eisini hava tikið radikal hugskot við. Tílíkt gevur høvi til nýhugsan og uppfrískar tankavirksemið hjá øllum ið vilja brúka síni evnir uppbyggiliga, uttan mun til hvat tey annars halda um eitt og annað. At tað ofta vil vera eitt sindur av grenji á øllum síðum, eiga vit ikki at taka alt ov tungt — heldur eiga vit at vera bæði víðskygd og skynsom, so frægt sum vit megna tað, og ikki gera tílíkt kjak persónligt ella partapolitiskt.

Tá tað er sagt, mugu vit heldur ikki gloyma at her snýr tað seg um eina vinnu sum leingi hevur verið, og framvegis er, beinleiðis tengd at evnunum hjá tí føroyska samfelagnum at klára seg og trívast. Hetta ger seg ikki minni galdandi í rembingartíðum har teir altjóða marknaðir sum í roynd og veru seta treytirnar fyri okkara útflutningi av fiskavørum standa í andaleypi av søguliga umfatandi broytingum.

Ymisk rættindi

So meðan útlit eru til vaksandi politiskan, samfelagsligan og búskaparligan turbulens í londunum kring okkum, umhugsa vit í Føroyum eina nýskipan av ongum minni enn okkara fiskivinnu. Tað kann ikki merkja annað enn at allir føroyingar hava skyldu til at standa saman um at hjálpa avvarðandi myndugleikum at finna best hugsandi leist til at skipa hesa týdningarmiklu vinnu eftir.

Mong av okkum, meira og minni av røttum, hava funnist at verandi skipan og tí miðsavnan av fiskirættindum sum er farin fram tey seinnu árini, kanska av ymiskum fíggjarligum ávum vit ikki hava verið heilt harrar yvir sjálv. Hetta merkir ikki neyðturviliga tað sama sum at ein uppboðssøla av fiskirættindum vil leggja lunnar undir størri og breiðari luttøku í vinnuni, enn minni til javnað í samfelagnum; hinvegin bendir mangt á at tað øvugta ger seg galdandi.

Thursday, January 19, 2017

Putra svimjandi sporl við sukri

Finnur Fríði við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Sjálvt við feskum sukri stroyddum á onkustaðni, ber illa til at gjøgnumtvinga eina umfatandi skipan við uppboðssølu av fiskirættindum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar, har vina- og kenningabond hava so stóra ávirkan.

Tað hevur leingi staðið greitt at tey ið varða av fiskivinnuni í Føroyum og hava sína dagliga gongd í hennara nærumhvørvi, eru alt annað enn glað fyri at hoyra talan um at lýsa fiskirættindini til sølu gjøgnum miðsavnaða uppboðssølu.

Aftan á alt sum er komið fram síðani alment orðaskifti um eina nýskipan av fiskivinnuni av álvara tók seg upp, munu politikarar, og embætisfólk við, hava sæð skriftina á vegginum: sera illa umtókt, ómøguligt at innføra sum varandi skipan. Ábendingar um hetta kunnu eisini lesast millum reglurnar í frágreiðingini “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar” sum kom frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini í oktober 2016.

Tað sum skuldi gerast eitt endaligt grundarlag fyri lóg um uppboðssølu av øllum føroyskum fiskirættindum broyttist soleiðis til eitt upplegg til meira orðaskifti um hendan og aðrar møguleikar.

Eitt gott dømi um víðari viðgerð av evninum er greiningin “Rembingar í fiskivinnupolitikki — tað snýr seg um meira enn bara uppboðssølu” eftir Ásmund Guðjónsson, í Dimmalætting, har tað eydnast rættiliga væl at opna dyrnar fyri neyðugum umhugsni og breiðari samanhangi.

Álitið hjá Nýskipanarnevndini inniheldur sum vera man fitt av hentum upplýsingum og gevur tilsamans eitt rímiliga gott innlit í hvussu okkara fiskivinna teknisk-búskaparliga er sett saman. Kortini hevur frágreiðingin álvarsligar avmarkingar, ikki minst í manglandi diskussión um hvørjir møguleikar sum finnast fyri fiskivinnuna og hví hvør skipan hóskar best. Einki verður gjørt burtur úr galdandi ‘grandfathering’ princippi, hóast júst hetta er tað sum verður nógv mest brúkt kring heimin. Ístaðin hevur nevndin valt at fyrihalda seg meira strangliga til tann politiskt orðaða setningin um at “útlutingin av fiskirættindunum skal vera marknaðargrundað” — og júst hetta skerjir álitið meira enn gott er.