Tuesday, July 25, 2017

Soleiðis bleiv ein góð skipan niðurlagað

Í ferð við at hála: Útsýni frá hekkuni á partrolara.
MARIA OLSEN PHOTO 
Eitt eygnakast á tær umfatandi skerjingar sum fiskiflotin undir Føroyum hevur verið útsettur fyri, vísir at skipanin við fiskidøgum er álað sundur av politiskum inntrivum og áhaldandi fiskifrøðiligari ráðgeving undir skeivum fyritreytum.

Tað ‘Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ sum eftir ætlan skuldi leggjast fram áðrenn Tingið fór í summarfrí men sum tingformaðurin tók av borðinum við ávísing til ivaspurningar og ógreiði, skal sum skilst standa sína roynd av nýggjum í tí tingsetu sum byrjar á Ólavsøku. Lítil ivi er um at onkrar broytingar til uppskotið eru orðaðar undir summarfrítíðini, men júst hvat og hvussu tykist eingin vita at siga frá í løtuni.

So mikið er tó greitt at talan er um eina støðu ið kann minna um politiska kreppu, í øllum førum um skulu vit ganga eftir hvat miðlar spekulera. Hinvegin er ofta best at ikki leggja ov nógvan týdning í gitingar, so lat okkum fyribils bara ganga út frá at verandi uppskot við onkrum broytingum verður lagt fram nú í næstum.

Í tann mun hetta uppskot kundi lesast og skiljast samanhangandi — teksturin tykist ikki longur alment tøkur á internetinum — so innibar tað millum annað at Fiskidaganevndin verður avtikin til frama fyri eitt ráð við umboðum fyri m.a. Havstovuna og fiskivinnuna. Tankin hevur verið frammi fyrr, til dømis hevur Dennis Holm, fyrrverandi formaður í Fiskidaganevndini, talað fyri tí. Hetta er so ikki beinleiðis nakað kardinalpunkt samanborið við eitt nú uppboðssøluna av fiskirættindum, herdar anti-trust reglur og ta yvirhøvur dramatiskt víðkaðu politisku stýringina ávegis við hundrað heimildum til landsstýrismannin at taka avgerðir sjálvur og smíða nýggjar reglur umvegis kunngerðir.

Men lat okkum fyri hesu ferð heldur umhugsa fiskidagaskipanina sum nú kanska er við at syngja sín svanasang, og fyri stóran part verður avtikin sambært tað nýggja uppskotið hjá Landsstýrinum. Optimisman kring hesa skipan var stór í fleiri ár, av fleiri orsøkum. Hon var eitt føroyskt svar til eina nógv minni flexibla og meira útblakingar-inducerandi kvotaskipan fyri heimaflotan, sum var blivin kroyst yvir høvdið á føroyingum frá danskari síðu í sambandi við fíggjarkreppuna í fyrru helvt av 1990unum.

Blandað ella ikki

Soleiðis varð í 1994, á fyrsta sinni fyri Føroyar, ein skipan sett í gildi til at regulera fiskaríið hjá heimaflotanum. Tá dagaskipanin kom, tvey ár seinni, var hon ikki bert ein symbolskur sigur hjá einum lítlum fiskivinnusamfelag yvir diktatpolitikkinum hjá einum harralandi og tess embætisvaldi — hon loysti effektivt trupulleikan við útblaking og følskum upplýsingum um veiði, og bleiv tí eisini so við og við ein fyrimynd í londunum rundan um okkum.

So hvat er tað sum er gingið skeivt her, 20 ár seinni? Hvat hevur fingið okkum til at umhugsa at heilt sleppa hesari skipan aftan á alt tað stríð vit hava havt av at sannføra umheimin um at hon er góð og kann borga fyri próvfastari burðardygd, og hevur útvegað pørtum av okkara fiskaríum altjóða viðurkend stempul so sum MSC góðkenningar?

Eitt argument sum hevur verið vent ímóti dagaskipanini tey seinnu árini er at hon ber í sær ov nógvar tekniskar reguleringar og avmarkingar, í sovorðnan mun at hetta beinleiðis forðar fyri trivnað og lønsemi í teimum fiskiflotum sum virka undir henni. Um vit góðtaka at okkurt liggur í hesum argumenti, so mugu vit tó ásanna at tað er ikki dagaskipanin sjálv ið elvir til teir trupulleikar sum peikað verður á: fastlæsing í mun til skipabólkar, vaksandi tal á økisfriðingum og stongdum leiðum, manglandi møguleikar at handla dagar eins og kvotur hava kunnað verið handlaðar, fyri at nevna nøkur dømi. Alt hetta hevði nevniliga eisini kunnað verið álagt einum heimafloti undir kvotaskipan. Tað at okkara kvotaskipanir fyri uppsjóvarskip og frystitrolarar eru slopnar undan nógvum av hesum haftum um beinini — ja, lat okkum bara viðganga veruleikan sum hann er — tað hevur einki at gera við nakra dagaskipan sum so. Ein dagaskipan kann, eins og ein kvotaskipan, vera so fræls og smidlig sum vit sjálv vilja innrætta hana; hon nýtist ikki at verða tyngd niður av yvirdrivnum reguleringum. Og eingin takkar okkum fyri at uppfata danskar meiningar sum harraboð ið vit noyðast at gera til lóg.

Her er hvat Fiskidaganevndin staðfesti herfyri:
Gongdin seinastu árini hevur verið heilt greið:
• Talið á skipum og bátum, bæði talið á útskrivaðum loyvum, og talið á skipum og bátum sum eru í vinnu, er minkað heilt nógv, við meiri enn 60% seinastu 9-10 árini.
• Í 2016/2017 eru 102 fiskiloyvir útskrivað til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5A. Av hesum hava 77 verið í vinnu hetta fiskiárið.
• Í 2007/2008 vórðu útskrivað 247 fiskiloyvir til bólkarnar 2 til og við 5A.
• Talið á tillutaðum fiskidøgum er skert við meiri enn 50% síðani fiskidagaskipanin kom. Knappir 29.000 fiskidagar eru tiknir úr skipanin síðani hon kom í gildið í 1996/1997.
• Innsatsurin, royndin undir Føroyum, hetta fiskiárið er metlág, tá samanborið verður við t.d. 2000 og 2001, tá metnógvir fiskidagar vórðu brúktir.
• Stórar avmarkingar eru í hvar fiskiskip og -bátar kunnu royna, tí stórur partur av landgrunninum (innan fyri 100 favnar) er friðaður alt árið ella partar av árinum.
Í stuttum verður annars mett at ein kvotaskipan hóskar til fiskarí sum ikki er ov blandað, meðan ein dagaskipan hóskar til fiskarí har tað er ringt at royna eftir einum ávísum fiskaslag uttan at nógv ymisk sløg gerast partur av veiðini.

Biða um skeiv ráð

Okkara fiskidagaskipan kom soleiðis í tí almenna rúminum, bæði innan og uttan fyri landoddarnar, til at umboða okkurt slag av mótstøðu í mun til tað politiska establissementið innan fiskivinnustýring. At stríðslinjurnar í hesum høpi settu ta føroysku fiskivinnuna, serliga heimaflotan, upp ímóti ICES og Havstovuni og einum stórum parti av embætisverkinum og tí alment fíggjaða vísindaliga umhvørvinum, kom til sjóndar longu tíðliga í tilgongdini.

Kanska var vánaligt samskifti millum politikarar og fiskifrøðingar ein orsøk til at ein so óheppin klovningur kom í; helst vóru orsøkirnar fleiri, men lat tað fara fyri nú.

Politikararnir royndu sum frá leið, kanska av skuldarkenslum, kanska av øðrum grundum, meira og meira at gera teimum til vildar sum talaðu fyri alsamt fleiri skerjingum og avmarkingum fyri veiðina eftir botnfiski undir Føroyum. Hvørt ár uppstóð eitt cirkus við stríði um fiskidagar millum ICES/Havstovuna og tann politiska klassan øðrumegin og umboð fyri heimaflotan og teirra allieraðu hinumegin. Nú standa vit so har at skipanin eftirhondini mestsum er regulerað heilt í hel, og sum tøkk omaná verður løgd undir at hava gjørt meira skaða enn gagn.

Árligt stríð um fiskidagar er høpisleyst og púra óneyðugt. Sjálvur kjarnin í fiskidagaskipanini er nevniliga at talið á fiskidøgum skal ikki ásetast ár undan ári alt eftir hvat tær seinastu stovnsmetingarnar vísa — hesar metingar broytast, eisini afturlítandi. Ein dagaskipan tekur hinvegin støði í roynd (innsatsi) og hevur eitt meira langtíðar perspektiv; hon snýr seg also ikki um broytingar í mun til veidd tons og tilráðingar frá einum ári til annað. Fyri at kunna virka sum skal má ein dagaskipan liggja í rættiliga fastari legu og einans verða justerað í mun til langsiktaðar broytingar í veiðiorkuni. Skipanin skal vera sjálvregulerandi hvat viðvíkur fiskiskapi — er meira at fáa so verður meira fiskað, er minni so kemur eisini minni upp á land — og tá er einki kegl á hvørjum ári um talið á fiskidøgum, uttan mun til hvat tær seinastu stovnsmetingarnar siga.

Kjartan Hoydal, sáli, spurdi fleiri ferðir hví politikararnir ikki kravdu eina ráðgeving frá ICES við støði í júst okkara dagaskipan. Virdu føroyskir politikarar nakrantíð dagaskipanina? Vit hava also ár eftir ár bílagt og goldið dýrt fyri eina ráðgeving á skeivum grundarlag, sum gongur út frá árligum tonsatali í mun til stovnsmetingar heldur enn veiðiorku yvir longri tíð — eitt mistak sum illa kann góðtakast, men sum nú kanska ger enda á einari skipan sum kundi og átti at verið heimsins besta.

No comments:

Post a Comment