Thursday, November 30, 2017

Frá at turrmjólka landskúnni til at súgva lívið úr vinnuni—eitt langt lop

Einaferð livdi føroysk fiskivinna, til egið forderv, av landskassastuðli; nú er øvugt, við einari bólgnandi landsumsiting ið tykist vilja kvala ta vinnu sum hon annars má hava eftir fyri sjálv at kunna yvirliva—men er tilfeingisrenta verulig?

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur.
MARIA OLSEN PHOTO
ĺ summum hava vit fyri óvana at renna úr einari veit yvir í hina, í treiskari avnoktan av sjálvum vegnum sum liggur millum veitirnar. Kanska eru veitirnar í so breiðar og vegurin í so smalur, ella soleiðis uppliva vit tað. Ikki so langt síðani—undir einum tíðarskeiði frá seint í 1970unum og upp til byrjan av 1990unum—var føroyskt vinnulív í ólukkumát heft av fíggjarligum stuðli frá tí almenna. Hetta gjørdist við árunum verri og verri, og endaði við at kollrenna landið búskaparliga og medvirka til ta stóru fíggjarkreppu vit fingu í 1992. Men hvat lærdu føroyingar av hesum? Eftir øllum at døma millum lítið og einki, sambært stjórnmálafrøðingin Jógvan Mørkøre, sum vísir á at ídag er aftur ein líknandi støða íkomin, tó við øvugtum fortekni: nú hava vit ein ovurstóran umsitingarligan yvirbygnað sum hevur sett sær fyri, ella start seg blindan uppá, at súgva so nógvan pening sum til ber so skjótt sum gjørligt úr tí parti av fiskivinnuni sum hevur staðið seg best tey seinnu árini.

At tílíkt endar galið eigur ein og hvør at kunna rokna út. Ov lættliga fingin peningur hevur lyndi til at skapa størri og størri tørv á meira; hann kann, sum eitt nú studningsskipanir, gerast samfelagsliga og búskaparliga vandamikil, ávarar Jógvan Mørkøre. Harafturat kann ivrin eftir at tryggja og fasthalda eitt so freistandi peningarensl eisini vera politiskt vandamikil, og kann í so máta eisini koma til at kosta verandi landsstýrissamgongu dýrt.

“Og eitt áttu í øllum førum tey við tí politiska valdinum ídag at dugað at sæð, nevniliga tað at tað spyrst einki gott burtur úr at noyða politikk niður yvir høvdið á fiskivinnuni úr erva,” skrivar stjórnmálafrøðingurin í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út.

Víðari staðfestir hann at meðan breið undirtøka ídag er fyri at krevja eitt tilfeingisgjald ella tilsvarandi avgjald frá fiskivinnuni fyri at fiska ella fyri rættindi at fiska, so valdar ørkymlan kring spurningar sum tilfeingisrentu og hvussu ein tílík skal roknast út og krevjast inn. Tað sum fólk tykjast hava ilt við at skilja, er at talan er í grundini um ein politiskan spurningur tá samanum kemur, heldur enn nøkur neyv vísindi at stýra vinnuni ópartískt eftir.

‘Ein fiktión’ ella verulig?

“Veljara­kanningar vísa at umleið tríggir fjórðingar av veljarunum meta tað vera rætt at fiskivinnan rindar fyri fiski­rætt­indini,” upplýsir Jógvan Mørkøre, og leggur afturat: “Og ídag er kravið at tann yvirflóð av pengum sum tykist at vera í fiskivinnuni, kann rinda tá ið pengar resta í aðrastaðni í samfelagnum.”

Her er tað at tann politiski viljin, ella leikurin, kemur undan kavi; og hetta er eisini tengt at hvussu arbeiðsmarknaðurin er broyttur síðan 1970ini.

“At soleiðis er vorðið er kanska ikki so løgið, tá ið hugsað verður um hvussu nógv samfelagið er broytt hesi mongu árini. Tá ið avgjørt varð á sinni at halda seg leysan av EEC, sum tað tá æt, fyri at tað føroyska fólkið skuld­i kunna hava fiskiríkidømið kring Føroyar fyri seg sjálvt, vóru útvið tveir trið­ingar av løntakarunum í fiski­vinn­uni. Útróðrarmenn, fiskimenn og flaka­kvinnur vóru so at siga Føroya fólk. Tá ið bretskir og týskir trolarar vórðu tveitt­ir út um 200 fjórðingar, var tað fyri at tryggja útróðrarmonn­um og fiski­monnum teirra ogn. Gott var tá hjá politiskum flokki at kunna skýra seg sum fiskimannaflokk og verða viðurkendur sum slíkur av fólki í fiskivinnuni. Ídag eru frægastu fiski­miðini hjá politikarum løntakarar í al­menn­ari og privatari tænastuvinnu. Løn­takarar í fiskaríi og í fiskavøru­ídnaði eru væl færri í dag—eini 10 prosent—meðan onnur liggja um 90 pst. tilsamans. So ídag er tað vorð­ið eitt nat­úr­ligt krav at fiskivinnan skal gjald­a til tað almenna.”

Men sum bretar siga, the devil is in the detail—enn hevur eingin klárað at greina nøktandi júst hvat tilfeingisrenta er í praksis, um hon yvirhøvur er til.

“Hetta gjald er tó ikki heilt einfalt at fáa inn,” heldur stjórnmálafrøðingurin fram. “Tí spurningurin er um hetta við til­feingis­rentuni ikki er ein fiktión. Og um hon er verulig, hvussu stór er hon so? Harnæst spurningurin, hvussu hon skal fáast inn. Og síðani spurning­urin, hvagar skal hesin peningur fara, og hvat skal hann brúkast til? Summir búskaparfrøðingar mæla glað­beintir til uppboðssølu, sum svarið upp á bæði spurningin um hvussu til­feingis­rentan skal fáast inn, og hvussu fæst at vita hvat ið tað rætta ella sanna virð­ið er á hesari rentu. Búskaparráðið hevur mett at fyri ein­stakt ár, 2014, var tilfeingisrentan 473 milliónir kr. í uppsjóvarfiskiskapi og fyri flakatrolarar 80 mió., meðan til­feingis­renturnar vóru negativar fyri trol­arar og línuskip; ávikavist minus 56 mió. og minus 78 mió. kr. Her tykist at vera talan um religión ella ideologi heldur enn exakt vísindi.”

Upprunin til alla talu um tilfeingisrentu í føroyskari fiskivinnu var ein framløga sum Árni Olafsson búskaparfrøðingur helt í 1985 í Norðurlandahúsinum; men talan var um eitt “pedagogiskt modell” at brúka sum leiðitráð í einum samanhangi—nevniliga at venja heimaflotan av við studning og ístaðin innføra eitt avgjald ið kundi fremja effektivitet.

“Tað sum búskaparfrøðingurin tosaði um í Norðurlandahúsinum á sinni var alt tilhugsað,” vísir Jógvan Mørkøre á. “Eitt væleydn­að pedogog­iskt modell, men ikki nøkur empirisk stað­festing av einum veruleika. Her var bert talan um EIN fiskastovn; og her var heldur ikki talan um einstakt ár, men tilhugsaða langtíðarjavnvág. Og at kunna tosa um negativa tilfeingis­rentu er so heilt burturvið og hevur einki við modellið at skaffa, ið liggur til grund fyri øllum tos­inum um eina til­feingis­rentu sum tað almenna eig­ur at taka frá vinnuni. Her er tað somu­leiðis merkisvert at tað fisk­arí­ið sum skuldi regul­er­ast við at áleggj­ast tilfeingisgjald—fiskiskapur í heima­sjógvi—hevur einki at kunna lata sambært somu metingar; með­an tað fiskarí sum hevur eina rentu at lata burturav, ikki kann verða regulerað av før­oysk­um myndugleikum við at taka inn tilfeingisgjald. Her er tað metingar hjá ICES og av­tal­ur millum stranda­lond, ið gera av hvat ið verður fiskað, sama um tilfeingisgjald verður tik­ið frá fiskivinnuni ella ikki. So at tosa um tilfeingisgjald til at stýra fiskiskapi við hevur einki at standa á í tí føroyska veru­leikanum.”

‘Slanga inn í landskassan’

“Men,” leggur Jógvan Mørkøre afturat, “fyri tað kann tað vera rími­ligt, at tað almenna krev­ur eitt avgjald av teimum ið sleppa framat at fiska burtur av fólksins ogn. Men tað er ein polit­iskur spurningur, hvat ið tað skal vera. Ein spurning­ur sum má svarast við samráð­ing­um millum tann politiska mynd­ug­leikan og vinnuna. At tveita tað til ein marknað at loysa er at sleppa sær und­an ábyrgd, tí marknaðurin hev­ur aldri verið og verður aldri rætt­vísur. Ein fríur markn­aður skapar vinn­ar­ar og taparar, geografiska mið­savn­ing og monopolitistiska sent­ral­isering. Vilja politik­ar­ar hava vinnarar um alt land­ið, so skulu teir undir ong­um umstøðum leggja tað til marknaðin at gera av, hvør skal kunna keypa sær til rætt­in at fiska. Hesari umfordeil­ing liggur tað hjá politiska mynd­ug­leikanum at taka sær av. Tær ætlanir ið eru viðvíkj­andi upp­boðs­sølu hava nógvar av­mark­ing­ar, ið geva summ­um pørt­um framíhjárætt meðan aðr­ir part­ar verða skerd­ir; so tað kann ikki gerast til ein virk­andi marknað. Og tá eru part­ar longu fav­or­is­er­aðir í sjálv­ari lóg­gávuni upp á ein máta ið ger at tað ber ikki til tosa um at vilja tryggja ópartíska út­lut­an.”

Stjórnmálafrøðingurin sigur víðari: “Ivaleyst er rættast at halda spurn­ingin um tilfeingisgjald leys­an av spurninginum um stýr­ing av fiski­vinn­uni og held­ur kalla ein spaka fyri ein spaka. Her er í roynd og veru tal­an um eina umfordeiling mill­um summi í fiskivinnuni og so onnur í samfelagn­um, ið hava fingið eyguni upp fyri at her er talan um vinning og lønir sum ikki øll kunnu sam­an­bera seg við. At tað al­menna skal kunna taka nak­að inn av hesi yvirflóð vegna fólkið er neyv­an órímiligt. Men tað má ger­ast við skynsemi.”

“Tað er skjótt at enda í somu fellu sum tá ið studn­ings­øðin leik­aði í upp á tað harð­asta,” leggur Jógvan Mørkøre afturat. “Tá fóru pengarnir úr lands­kassan­um til eina vinnu ið gjørd­ist meira og meira bund­in av at skula hava studn­ing. Nú fer tilfeingisgjald í alsamt stríðari streymi frá fiskivinn­uni og í landskass­an. Tað sæst aftur í tí polit­iska lívinum, har yvirskotið í lands­kass­an­um fær krøvini fram um fleiri tunlar, meira alment byggj­arí, hægri lønir og meira vælferð sum heild. Tað er ilt hjá politik­arum at byrgja fyri hesum við nýggjari slangu inn í landskassan. Við hetta lag verður landskassin bund­in av til­feingis­gjaldi úr fiski­vinnuni. Samstundis sum in­flat­ión og ovur­hiting av bú­skap­inum tekur dyk á seg. Tað er tí løgið at politik­ar­ar og búskaparfrøðingar, sum løgdu áherðslu á at inn­tøk­ur frá eini oljuvinnu fyri alt í verð­ini máttu fara í ein grunn og ikki út í pen­inga­renslið, at teir ikki draga á við at taka tilsvarandi til­feingis­gjald, fyrr enn politisk trygd er fingin fyri at tað kann fara í ein búskapar­grunn sum er varandi. Ja, og upp­aftur meira løgið at polit­ik­ar­ar og bú­skapar­frøðingar, sum vóru upp­tiknir av at fáa donsku ríkis­veitingina út úr før­oyska pen­inga­rensl­in­um, tí hon skuldi—eins og olju­inn­tøkur—vera til ógagns, at hesi ganga und­an at fáa til­feing­is­gjaldið frá fiskivinnuni í lands­kassan.”

No comments:

Post a Comment