Tuesday, May 29, 2018

Sita so væl á turrum: “Hvat vilja tey, hvat skilja tey”

SHUTTERSTOCK
Við at elva til heilt nýggjan ótryggleika og økja um fíggjarligan váða kann uppboðssøla av fiskirættindum gerast ein álvarslig hóttan ímóti kappingarføri og burðardygd í fiskivinnuni, ið verður psykologiskt leidd til at handla ólønandi.

Ávaringar móti uppboðssølu av fiskirættindum ljóða framvegis frá umboðum fyri fiskivinnuna, og reiðarar siga at av øllum í fiskivinnu nýskipanini hjá Landsstýrinum er uppboðssølan av fiskirættindum “størsta hóttan ídag” móti tí búskaparliga grundarlagnum hjá vinnuni.

“Rætt skal vera rætt, og ymiskt er hent til tað betra síðan tað upprunaliga uppskotið um nýskipan varð lagt fram,” viðmerkti Hanus Hansen, stjóri á JFK, í samtalu við bloggin Fiskivinnan. “Eitt nú eru anti-trust reglurnar ikki longur so darvandi fyri vinnuna sum tær upprunaliga sóu út til at blíva, og politikarar hava hóast alt tikið til sín okkurt burtur úr rúgvuni av teimum mongu atfinningum sum hava verið at hoyrt. Men tað sum serliga stendur eftir nú er uppboðssølan av fiskirættindum. Talan er um eitt munandi minni umfang enn tað sum upprunaliga varð lagt upp til, men kortini verður hetta ein marra fyri vinnuna sum tað sær út nú — og hetta er okkara størsta hóttan ídag. Tað ger øll framtíðar útlit fullkomiliga óviss, í sovorðnan mun at tað ikki kann samanberast við tær treytir vit fyrr hava arbeitt undir. Undir hesum umstøðum sum nú gera seg galdandi ber ikki longur til at planleggja yvirhøvur, tí tú hevur ongan kjans at vita hvørji fiskirættindi tú hevur framyvir. Av tí sama kunnu vit skjótt missa alt kappingarføri, og møguleikarnir at standa seg og yvirliva eru knappliga nógv verri enn teir hava verið. Hvat skulu vit siga við keyparar sum eru vanir at gera langtíðar sáttmálar — skulu vit fyrigykla teimum at vit hava framvegis trygg rættindi og kunnu levera vøruna tey komandi tvey-trý árini, og so bara vóna at vit fáa tað at bera til? Men tað vil jú vera villleiðandi og ábyrgdarleyst, ja kanska hartil brotsligt, at gera soleiðis. Ella skulu vit siga sum er og fortelja teimum at Føroyar sum einasta land millum kappingarneytar á okkara leiðum hevur valt at spenna so bein fyri egnari vinnu at okkara fyritøkur ikki longur kunnu standa inni fyri nakrari veitingartrygd?”

Hetta argumentið hjá Hanusi Hansen er ikki ókent og hevur verið frammi fyrr, ikki bert millum umboð fyri fiskireiðarí og manningarfeløg, men eisini frá øðrum síðum. Hvussu ber tað til at so nógvir politikarar og teirra ráðgevarar ikki taka hetta í størri álvara?

Ein blokkur av misskiljingum og reingingum kring hesi viðurskifti kann botna í nøkrum av tí sum nakrir ideologiskt drivnir búskaparfrøðingar áhaldandi hava ført fram yvir fleiri ár, ikki minst í tíðindamiðlum, í slíkan mun at fleiri leiðandi politikarar eftir øllum at døma hava tikið tað til sín: at tann avgerandi spurningurin snýr seg um ‘marknaðartreytir’ og at tað er bæði rætt og rímiligt at vinnulig framíhjárættindi so sum fiskirættindi verða útlutað umvegis uppboðssølu, soleiðis at landinum sum eigara av rættindunum kann tryggjast ‘marknaðarprís’ fyri tey.

Tílíkt glíður væl niður hjá mongum — serliga teimum sum ikki hava praktiskt og detaljerað innlit í fiskivinnu á okkara leiðum. Tey stóru mistøkini sum fólk gera her er millum annað at taka eina virkandi føroyska fiskivinnu fyri givið; men tað er í veruleikanum eingin sjálvfylgja at vit hava eina slíka, og tað vit hava ídag hevur tikið mong ár at byggja upp. Harnæst innrokna hesi fólk ikki tær gróthørðu altjóða marknaðartreytir sum gera seg galdandi fyri okkara fiskivinnu, sum er ein útflutningsvinna burturav, við kapping uttan íhald frá øðrum londum. Heldur ikki tykjast tey geva sær far um teir kapitalmessigu og tøkniligu karmar sum krevjast fyri at kunna gera seg galdandi í hesari altjóða kapping.

Ikki bara pengar

Har úti á marknaðnum — har sum tær veruligu treytirnar verða settar uttan mun til hvat vit finna uppá politiskt í Føroyum; har sum fiskaprísirnir verða ásettir, og har keyparar gera av um teir vilja takka ja ella nei til føroyskar fiskavørur — har verður nevniliga hugt eftir sovorðnum sum álitisføri, ikki bert í dygd og prísi, men sanniliga í levering.

Skal tað raðfestast so høgt, hetta at fyri ein og hvønn prís klípa tað nógva av øllum vinningi úr tí lønandi partinum av okkara fiskivinnuni yvir til landskassan av berum ótta fyri at onkrir aktørar skulu gerast ov stórir fyri samfelagið, so fer eingin fiskakeypari at takka okkum fyri tað — heldur fara teir at rista við høvdinum og leita sær eftir øðrum veitarum, ið eru til at líta á.

Og um ein tílík próvgrund um ‘ov stórar aktørar’ skal takast upp av álvara, so er nógv at fara eftir og sindra í einum so lítlum samfelag sum Føroyar: kringvarp; telesamskifti; elveiting; vegakervi; heilsuverk; flogvinna; alivinna. Ja, hví ikki meira ‘marknaðartreytir’ allastaðni — vilja vit veruliga tað, er tað vert at petta hvønn bygnað sundur bara tí hann ikki stendur mát í mun til onkra hugmyndafrøði um ein heimligan ‘marknað’ sum ofta er lítið annað enn eitt eiti?

Ein ‘marknaður’ sigur sum so einki í sjálvum sær; tað er fólkið og mentanin, handlingin, sum myndar marknaðin, í tann mun ein nevniverdur marknaður yvirhøvur er til staðar; innantóm teorisering um marknaðar ditt og datt í einum pinkusamfelag kann hinvegin vendast og snarast allar vegir, alt eftir hvørjum politiskum leikritum ið gingið verður útfrá.

“Hvat hjálpir tað føroyingum at hindra sínum fyritøkum í fiskivinnuni í at vaksa, tá tær longu eru so lítlar sum tær eru í mun til keyparar sum bara gerast størri og størri fyri hvørt ár,” viðmerkti Agnar Jensen, sølu- og marknaðarleiðari á Faroe Origin, í samrøðu við okkum. Hann segði hetta vissuliga í øðrum samanhangi, men tað ger seg ikki minni galdandi í hesum høpi.

Eitt afturat sum forsprákarar fyri uppboðssølu av fiskirættindum ikki tykjast sannkenna, er tann psykologiski virknaður hendan uppboðssøla hevur í praksis fyri tey sum varða av fiskivinnuni, sum kenna at tey hava nakað at missa: tey hugsa minni um pengar fyri pengarna skuld og meira um virksemi fyri virksemis skuld, og tí verða tey psykologiskt ofta leidd til at heldur keypa enn ikki, uttan mun til lønsemi — tað er fyri teimum meira umráðandi at tryggja at vinnuvirksemið kann halda fram, so sleppast kann undan í fyrstu syftu at siga fólki upp. Tey sum puristiskt vilja innføra ‘marknaðartreytir’ standist hvat av ið má, tykjast heilt einfalt ikki at innsíggja hetta; kanska tí tey ongantíð hava roynt í veruleikanum hvat tað merkir at standa við fullari ábyrgd av egnari og annara inntøku?

Tað skuldi verið óneyðugt at sagt, men pragmatiskar loysnir heldur enn ideologi er tað sum vinnuni og búskapinum tørvar.

No comments:

Post a Comment