Friday, March 29, 2019

Tí má Kálvur venda aftur til punkt eitt

Eldri maður framman fyri Yuantong templið í Kunming,
 í Yunnan landslutinum í Kina.
MATT HAHNEWALD — SHUTTERSTOCK
Tað sigst at kinesarar hugsa minst 30, gjarna 100 ár fram, tá teir leggja størri ætlanir; lítil ivi er um at vit kunnu læra bæði eitt og annað av hesum í ymsum høpi, ikki minst tá tað kemur til fiskivinnustýring og vinnupolitikk annars.

Skjótt skal okkara lóggevandi ting aftur mannast, og eitt av teimum størru kjakevnunum í hesum samanhangi verður ivaleyst fiskivinnan og tann nýggja lóggávan vit hava fingið á hesum øki. Sum skilst fer løgmaður væntandi at skriva út løgtingsval í seinasta lagi á ólavsøku so at valið kann avgreiðast áðrenn 1. september.

Hendan nýskipanin av fiskivinnuni tykist at hava verið ein tungur burður, og er framvegis ikki heilt gjøgnumførd — hóast lógin í sínari heild varð samtykt við árslok 2017, eru enn leysir endar sum politisk semja eftir øllum at døma ikki fæst um í løtuni. Veiðigjaldið vísir seg at vera ein snávingarsteinur, og hóast fleiri royndir hava verið gjørdar at fáa uppskot hesum viðvíkjandi á tingborð, er málið hvørja ferð steðgað upp í nevndarviðgerð, har ein meiriluti hevur mett at uppskotið krevur broytingar ella tillagingar fyri at kunna gerast borðbært.

Nú ið tíðin sum eftir er av sitandi stjórnarskeiði er farin at styttast, røkist alt fyri at tað ætlaða veiðigjaldið fyribils verður av ongum. Neyvan fara fólk flest í fiskivinnuni at harmast um júst hetta, heldur tvørturímóti; men kortini kann ørkymlanin kring hendan tátt síggjast sum tekin um eitt endaloysi av iva um hvør tann føroyska kósin veruliga er og skal vera í fiskivinnupolitikki.

Meðan partar av andstøðuni tosa um at rulla aftur mestsum alla fiskivinnulóggávuna til tað hon var áðrenn nýskipanin kom, ávara aðrir partar ímóti enn fleiri kollveltandi broytingum og vísa til at verandi trupulleikar við óvissum og ógreiðum kunnu gerast enn verri. Lítil ivi man tó vera um at broytingar og tillagingar, so ella so, í øllum førum kunnu væntast áðrenn langt um líður, hetta sannlíkt uttan mun til hvussu komandi Landsstýri kemur at síggja út.

Thursday, February 28, 2019

Við gott mót men við ryggi móti múri

Hevur tann politiski klassin sett fiskivinnuna upp ímóti múrinum og skapt ein so lemjandi ótryggleika at eingin í vinnuni veit upp ella niður — ella er talan um okkurt heilt annað sum bara ikki er møguligt at skilja fyri vanlig fólk?
Vinnulívsmenn kjakast um fiskivinnu — frá vinstru:
Pól Huus Sólstein, Anfinnur Olsen, Hans Andrias Kelduberg;
í forgrundini Georg L. Petersen, vertur.
KRINGVARP FØROYA


Tak uppboðssøluna av veiðirættindum ið ger fíggjarætlanir og framrokningar ómøguligar hjá fiskireiðaríum; ella tak økiskvotur misnevndar menningarkvotur og tilhoyrandi rumbul í sáttmálaviðurskiftum millum skip og manningar; ella tak komandi ‘umsitingarætlan’ við øktum skrivstovu- og teknokratveldi; ella tak eitt veiðigjald við okurssatsum ið eingin politisk semja fæst um.

ĺ hesum nýskipanartíðum liggja nevniliga so nógvur ruðuleiki, so stórur ótryggleiki, so stórliga øktar óvissur, so nógvir nýggir spírar til klandur og stríð, at ein spurningur gerst ótolandi aktuellur fyri okkara fiskivinnusamfelag: Hvat var ætlanin, hvat er endamálið her, hvat vilja lógarsmiðir og umsitarar náa fram til, við so mongum so oyðandi tiltøkum móti einari fyri føroyingar so týðandi vinnu?

Eingin er enn komin við einari samanhangandi frágreiðing um hvat hendan ‘løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ veruliga snýr seg um, nú aftaná at hon er samtykt og so við og við verður rullað út. Nú er tað neyvan longur so áhugavert hvat ið alt kallaðist fyri árum síðani tá ið slagorð og fagurspinn settu dagsskránna — vit eru gott og væl farin um tað mótið á hesari nýskipanarferð.

Ein nýskipan í leysum lofti kann so ikki vera nøkur ynskistøða fyri eina stjórn, ella soleiðis vilja vit helst hugsa. Illgrunasom fólk — summi kanska órein, onnur kanska bara realistisk ella illa roynd — hugsa helst hinvegin: hvat um alt hetta kaosið í fiskivinnuni er tilætlað, roknað út konspiratoriskt og framt við fríum vilja? Finnast veruliga kreftir í Føroyum, og møguliga uttan fyri landoddarnar, sum kunnu hugsast at hava okkurt slag av áhuga í at síggja okkara fiskivinnu brotna niður, soleiðis at hon — og alt tað hon sum heild umboðar — missir sína búskaparligu kraft og sín samfelagsliga status?

Soleiðis vilja vit ikki hugsa, og vónandi eru tey ikki mong ið møguliga ganga við slíkum tankum; tí so galið kann tað bara ikki vera blivið, ikki í Føroyum. Hinvegin hava fólk ilt við at skilja hvørjar fyrimunir ið føroyingar, fiskaexportørar burturav, kunnu fáa av at selja síni fiskirættindi umvegis almenna uppboðssølu sum ger tilveruna sera ótrygga fyri aktørarnar í fiskivinnuni. Hvat fáa vit burturúr at tey sum leingi hava varðað av vinnuni, og gjøgnum árini bygt upp hópin av dýrtkeyptum royndum og servitan, knappliga skulu standa við nýggjum og púra óneyðugum óvissum ið okkara kappingarneytar í ĺslandi, Noreg og alla aðrastaðni sleppa heilt undan?

Thursday, January 31, 2019

Menningarkvotur: Um ein spaki er ein spaki

Lempa sild við skuplu.
SHUTTERSTOCK
Avgerandi munur kann vera á at menna eitt og at menna annað; men hvat er hvat, tá talan er um menningarkvotur — fleiri spurningar verða reistir um tað veruliga endamálið við menningarkvotunum og treytirnar fyri útlutan.

Flest allir føroyingar munu vera samdir um at okkara land skal stýrast í størri ella minni mun eftir onkrum leisti sum javnar so ella so millum høg og lág. Slík politisk javning er vanlig kring heimin og verður vanliga gjørd umvegis ymisk sløg av skattum og avgjøldum, umframt gjøgnum aðrar mátar, eitt nú sjálvbodna hjálp av ymiskum slag, bæði beinleiðis millum privatpersónar og óbeinleiðs í handli millum fyritøkur. Tað sjálvbodna er ofta ikki skrásett sum slíkt og tí torført at fáa hagtøl yvir; men millum tey sum kenna til slík viðurskifti er greitt at vinnulívið spælir yvirhøvur ein sera umfatandi og týðandi leiklut á hesum øki. Hetta skulu vit tó lata liggja á hesum sinni.

Eitt høvuðstema í fiskivinnu nýskipanini hjá Landsstýrinum hevur snúð seg um at fáa breiðari luttøku í fiskiskapi gjøgnum at fáa fleiri aktørar inn í vinnuna og samstundis fáa veiðirættindini sum heild meira javnbýtt. Vit kunnu siga at soleiðis varð nýskipanin ‘seld’ føroyingum ella presenterað fyri veljarunum.

Hesar hugmyndir og ætlanir hava helst sæð skilagóðar og rímiligar út fyri mongum; men tá ið hjólini so við og við møttu asfaltinum, gjørdist skjótt greitt at lekarnir millum teori og praksis í lóggávuni vóru munandi, so mikið so at stórir tættir í nýskipanini hava verið útsettir við fleiri kunngerðum í bíðistøðu.

Friday, December 28, 2018

So skutla tey sína egnu skrubbu

Skrubba trívist á sandbotni.
SHUTTERSTOCK
Eitt er at leggja okurs avgjøld á eina vinnu, eitt annað at innsíggja tað stuttskygda í tí, serliga nú ið tíðirnar knappliga ikki eru so gyltar sum tær vóru tá ørvitisdreymar um veldigar pengastreymar fyri einki flutu frítt í Føroyum.

Øsing kann vera ein løgin og long tilgongd, sum ikki helmar í fyrr enn hennara ofta ógreiða mál knappliga, gjarna óvæntað og brádliga, er fullført í skuffilsi og uttan skuggan av tí klimaxi sum so ella so mundi liggja í luftini, lovað ella fyrigyklað við støði í ongum øðrum enn óroyndum lenistóla ástøði og hugmyndafrøði.

Var tann váti dreymurin at súgva so ríkiligt sum yvirhøvur gjørligt burtur úr nøkrum heilt fáum vælkoyrandi fiskiskipum og harvið fáa ein stóran sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri harvið at gera lívið søtari og søtari fyri tey sum sleppa at forvalta ‘fólksins ogn’, sektin á hvat tað kostar øllum hinum og samfelagnum sum heild?

Men har var jú talan um ‘yvirnormalan vinning’ og einar tvær milliardir klárar at heinta inn við hjálp av einari nóg umfatandi nýskipan av fiskivinnuni, ha?

Ja, aftan á drúgva trúttan í tíðindamiðlum ár eftir ár eftir ár, eydnaðist tað so við og við at vinna nóg stóra undirtøku fyri einari hvørvisjón sum beyð tí politiska apparatinum at seta risastór almenn súgvirør á fiskivinnuna og samstundis tvangsinnleggja hana til uppboðssølu av fiskirættindum. Heilt himmalskt, hildu vist mong.

Men longu eitt ár aftaná at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð innførd, man hol nú koma á bløðruna hjá fleiri, meðan veruleikin pikkar alsamt harðari á hurðar og vindeygu, sjálvt heima í høvuðsstaðnum.

Thursday, November 29, 2018

So skjótt kunnu manningarnar sita við Svarta Per

Á uppsjóvarveiði, savnsmynd.
MARIA OLSEN PHOTO
Manningarnar á fiskiskipum kunnu skjótt koma illa fyri nú fiskirættindi ikki longur eru knýtt at skipum men heldur ‘rættindahavarum’ — fyritøkum á landi, ið ikki neyðturviliga eiga ella reka skip — meðan sáttmálarnir eru við reiðararnar. 

Fyri manningarnar á fiskiskipum mundi tað ljóða mikið gott at tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ sigur beinleiðis í paragraf 51, stk. 2, sum treyt fyri at veiðirættindi skulu kunna útskrivast: at lønir mugu vera “samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg”. Tó eru fleiri trupulleikar komnir undan kavi í seinastuni, og vaksandi ógreiði er av álvara við at ørkymla manningar og avvarðandi feløg.

Hóast eina so greitt nevnda treyt í lógartekstinum, verður samstundis sagt aðrastaðni, nevniliga í paragraf 63, at eftirlitsmyndugleikin á sjónum, Vørn, hevur “ikki eftirlit við reglunum ásettar í grein 51 um at skipari og manning á fiskiførum undir føroyskum flaggi, umframt á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, skulu lønast sambært sáttmála sum er gjørdur við føroysk manningarfeløg.”

So tá ið Føroya Fiskimannafelag fær greiði á, aftan á uppgerðir og avreiðingarseðlar og hvørt av sínum, at tær pent orðaðu treytirnar fyri at fáa veiðirættindi í fleiri førum ikki hava verið hildnar, vendir felagið sær til Fiskimálaráðið, ið hevur umsitingina av lógini um hendi. Men har kennir felagið seg mestsum hildið fyri gjøldur: einasta svar frá Fiskimálaráðnum er at tey vísa til Vørn, ið ikki hevur viðmerkingar — og hví skal Vørn kunna hava nakra viðmerking, tá lógin beinleiðis ásetir at júst Vørn skal ikki hava eftirlit við sáttmála viðurskiftunum?

Tuesday, October 30, 2018

Á vegamóti millum kós og kaos

Sonni og Jenny Kallsoy (úr Havið — Kærleiki umborð)
Eir í Ólavsstovu
Meðan tosað verður um ‘umsitingarætlan’ fyri sokallað ‘hóttar’ fiskastovnar, siga útróðrarmenn frá sera góðum fiskiskapi; men Nýskipanin flaksar framvegis í óvissu, við týðandi pørtum liggjandi á láni og lúrandi politiskum súguri fyri stavn.

Nú 10 mánaðir aftaná at Løgtingið samtykti nýggja lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ flóta stórir partar av nýskipanarpakkanum framvegis í onkrum sum minnir um eina endaleysa evju av politikki og óvissu. Ein leingi umtalað ‘umsitingarætlan’ hevur enn ikki sæð dagsins ljós, íroknað ein enn meira umtalað umlegging frá fiskidøgum til kvotur fyri heimaflotan, og liggur eftir øllum at døma enn líka fjart frá at kunna sjósetast sum fyri einum ári síðan.

Hetta mál fekk nýliga ein av samgonguflokkunum í Landsstýrinum, av sínum eintingum og óvæntað, at leggja fram uppskot á tingi um at útseta íverksetanina av kvotum enn eitt ár, til 1. januar 2020 — eitt útspæl ið fleiri staðni bleiv tulkað sum eitt de facto misálit á fiskimálaráðharran.

“Vit eru langt frá til reiðar at fara yvir til kvotaskipan,” viðmerkti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og legði afturat: “Hetta hevur Framsókn staðfest,” vísandi til nevnda uppskot um at bíða við at innføra slíka skipan.

“Tað hevur órógvað nógv at onki, absolut onki, er klárt til at ein kvotaskipan kann fara av bakkastokki,” segði formaðurin í einum almennum skrivi. “Tað letur seg als ikki gera at fara yvir til eina kvotaskipan í 2019. Tað er líka mikið um ein er fyri einari kvotaskipan ella vil hava fiskidagar.”

Hann helt fram: “Við einari kvotaskipan má alt leggjast um. Har er onki klárt enn, og tí hevur Framsókn nú víst á hendan vandan, sum kann koma at hava sera álvarsamar avleiðingar. Tað er ikki bara sum at siga tað, at blaka vinnuna út í nakað, uttan at nakar hevur gjørt peningsverk fyri at tryggja at alt gongur sum tað skal. Tað hjálpir onki at ein ljóðar klókur tá ein úttalar seg til miðlarnar. Tí har er onki klárt!! Vit hava havt ein kaffifund um eina umsitingarætlan, har ongin hevði ánilsi av hvussu hon fór at síggja út. Har er onki sett út í kortið enn. Tí eiga vit at vísa ábyrgd, og hava fiskidagar fyri 2019.”

Eisini hvat viðvíkur spurninginum um veiðigjald er ein útdrigin bíðistøða íkomin. Enn er ikki greitt júst hvussu høg avgjøld talan verður um, og reiðaríini kenna seg sum vera man frustrerað um óvissuna í hesum sambandi — hesi avgjøld kunnu tá avtornar gerast avgerandi fyri lønsemið í vinnuni.

Hvat sum annars liggur í einari sonevndari umsitingarætlan er framvegis púra óvist fyri almenninginum og teimum ið ætlanin er skulu umfatast av henni — hvat ið sjálvandi kann ørkymla og gera fólk ótrygg.

Thursday, September 27, 2018

Veiðigjaldið gjørdist apa

Hvat feilar?
SHUTTERSTOCK
Hvussu kann nakar í fullum álvara vilja hava stórar broytingar í lógar- og reglukarmum fyri vinnulívið uttan at fyrst fáa til vega neyvar metingar og útrokningar av avleiðingum fyri raktar yrkis- og vinnubólkar og lokalsamfeløg?

Tað tykist ógjørligt at koma fram til ein nýggjan leist fyri veiðigjald á fisk. Politikararnir hava mánað eftir mánað arbeitt við málinum sum part av tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, men framvegis tykist eingin vita upp ella niður, hóast talan er um nakað sum kann hava avgerandi týdning fyri møguleikarnar at dríva fiskarí undir føroyskari lóg.

Tað ótrúliga er at enn fyriliggur heldur eingin almenn meting av avleiðingum av veiðigjaldinum, og fyri alt tað ei heldur av øllum hinum pørtunum í nýskipanini, so sum uppboðssøluni av rættindum og útlutingini av menningarkvotum, fyri at nevna onkur dømi. So hvat fer veiðigjaldið at merkja fyri manningarnar? Hvussu verða reiðaríini ávirkað? Hvat við lokalsamfeløgunum, hvussu fara tey at vinna ella tapa upp á reglurnar?

Tað er eisini ein spurningur um ikki júst mangulin upp á slíkar konsekvensberokningar nú er við til at gera tað striltið fyri ikki at siga ómøguligt hjá politikarunum at koma fram í álvara til ein brúkiligan leist fyri veiðigjald. Tað sama er í grundini galdandi fyri allar teir stóru liðirnar í nýskipanarpakkanum; men veiðigjaldið bleiv tann síðsti størri bitin at fáa upp á pláss politiskt, og tí gjørdist hann so torførur — teir grundleggjandi spurningarnir tykjast hava verið útsettir ferð eftir ferð, til nú ið veiðigjaldið gjørdist einasta høvuðspunkt sum er eftir at beina út, og sostatt kann tað eisini gerast rættiliga avgerandi fyri allan pakkan.

Thursday, August 30, 2018

Váðiligt við bindi fyri eygum

Vánaligt sýni undir sovorðnum treytum. 
SHUTTERSTOCK
Hóast nýggja lóg við fleiri broytingum røkist framvegis einki fyri veruligari semju um nýskipan av fiskivinnuni; ógreiði um ætlanir og endamál stendur við og versnar meðan polarisering forðar fyri neyðugum samskifti millum partar.

Tað er ikki bara sum at siga tað at royna at fylgja tilgongdini og tí almenna kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni og tær broytingar sum tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ ber í sær fyri vinnuna. Kaosið byrjaði í veruleikanum longu fyri góðum 10 árum síðani við einmæltari samtykt í Løgtinginum um uppsøgn av øllum fiskiloyvum til tann 1. januar 2018. Hetta bygdi alt á eina øsing um einar tveir-tríggjar skipahandlar har upphæddirnar vóru størri enn føroyingar vóru vanir við. “Spekulatión við fólksins ogn” var eitt av rakstrarrópunum, og eingin tóktist geva sær far um at tað hevði uttan iva verið best at bíða við at sundurbrotið verandi skipan áðrenn man visti hví og hvat og hvussu. Eitt nú hevði væl borið til at innført nýggjar skattareglur ið forða fyri at rættindi verða seld fyri ov stóran vinning. Men aftan á rúma tíð og so kanningarnevnd í evstu stund, sum man kortini ikki lurtaði eftir, og almikið av einsíðugum politiskum orðadrátti, kom so tann nýggja lógin skinklandi ígjøgnum, samtykt stutt fyri árslok 2017.

Hetta skuldi tó vísa seg bara at vera enn ein byrjan, og nóg illa tað; tí eingin endi tykist vera á broytingum ið krevjast fyri at lógin skal kunna fungera yvirhøvur. At lógarteksturin sær út til at vera ein tann mest fløkti sum nakrantíð er orðaður á føroyskum, kunnu vit venda aftur til eina aðru ferð.

Tað stutta av tí langa er at tillagingarnar hava longu verið fleiri, og alt bendir á at enn fleiri eru ávegis. Sambært fiskimálaráðharran virkar tann nýggja uppboðssølan ikki eftir vild og skal tí yvirhálast — fyri at halda verandi aktørum í fiskivinnuni uttanfyri, skilst, soleiðis at onnur skulu lættari koma framat.

Her er also hált fyri ikki at siga glerstoytt. Fyrst fer man inn fyri at steðga ‘spekulatión’ og ‘staðfesta fólksins ogn’ og alt gott um tað; tað veldst altíð um hvussu tað verður gjørt — devulin situr í smálutunum. Men ketan leyp sum sagt longu av tá tað varð samtykt uttan veruligt umhugsni at siga øll loyvi upp. Síðan gingu árini og alt vit hava fingið er hendan nýggja lóggáva sum eingin tykist vilja kennast við.

Forspákarar fyri grótharðari neoliberalismu, herundir fyrrverandi aktivistar á ytsta vinstravonginum vanir at hugsa kollvelting fyri ein og hvønn prís, fingu ikki sín vilja og súrmúlaðu so skjótt tað stóð greitt at talan ikki var um altumfatandi uppboðssølu av veiðirættindum. Tað var kanska hugstoytt fyri hesar at kollveltingin ikki kom hesuferð heldur — ella kemur hon kortini, bara meira spakuliga og frá vinstru síðu og ikki høgru sum annars ‘marknaðarbúskapar’ mantran legði upp til?