Wednesday, February 28, 2018

Ávaraðu móti at strika grundleggjandi hugtak: Nú standa manningar til at missa vunnin rættindi

Christian í Grótinum landar til Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Við at burturbeina hornasteinin “veiðiloyvi” úr lóggávuni rykkja politikararnir ikki bara grundarlagið undan samstarvi og samskipan millum fiskireiðaríni — teir seta sáttmálabundin rættindi hjá manningunum í váða; so vænta stríð.

Smart sum tað kann ljóða á skræðuni, at alt sum eitur veiðiloyvi er óneyðugt og ynskiligt at lúka burtur í tí nýggju lógini um ‘fyrisiting av sjófeingi’, líka so katastrofal kann tó ein ófyrireikað avtøka av hesum hugtaki vísa seg at vera.

Køn fólk innan lógarverk og arbeiðsmarknað hava sambært álítandi keldur leingi ávarað landsstýrisfólk og tinglimir ímóti óætlaðum avleiðingum av at rykkja burtur ein so grundleggjandi part av galdandi rammuverki fyri skiparakstur og hýrusáttmálar í fiskivinnuni. Kortini hava hesar ávaringar ikki verið tiknar í nóg stórum álvara til at steðga tí dáragerð sum liggur í at taka burtur uttan fyrilit hendan organisatoriska hornastein.

Órógvin í vinnuni er so mikið stór um hetta nú at manningarfeløgini og Reiðarafelagið sambært keldur umhugsa at samskipa felags støðutakanir í mun til trupulleikar sum uppstanda ella kunnu uppstanda í sambandi við at veiðiloyvið er avtikið uttan at annað hugtak er komið í tess stað.

Veiðiloyvi var nevniliga miðdepil í einum víðum umfangi av viðurskiftum. Tað var ein høvuðsgátt til kunna taka lut í vinnuligum fiskiskapi yvirhøvur, ein formlig treyt hjá hvørjum einstøkum fiskifari fyri at kunna fáa til vega rættindi at fiska, tað veri seg kvotur ella fiskidagar. Veiðiloyvi var partur av tí eftirlitsskipan sum hevur verið galdandi fyri fiskiflotan, og var eisini ein fyritreyt fyri eitt nú kunna vera limur í Føroya Reiðarafelag.

Hugtakið var innarbeitt gjøgnum mong ár og virkaði sum grundarsteinur í einari skipaðari vinnu — her vóru viðurskifti millum manningar og reiðarí staðfest og greinað, eitt nú býti av inntøkum og kostnaðum í sambandi við túrar og avreiðingar. Veiðiloyvi vóru knýtt at teimum einstøku fiskiførunum og teirra manningum, sum umvegis hetta høvdu lógarliga ásett krav upp á ávísan part av teimum inntøkum ið fingust frá tí sum fiskiskip og útróðrarbátar avreiddu. Og sáttmálarnir millum reiðarí og manningarfeløg bygdu somuleiðis á hetta hugtak.

Harafturat virkaðu veiðiloyvini sum eitt slag av matrikulnummari fyri hvørt fiskifar, soleiðis at skil kundi haldast á hvørji skip og bátar til eina og hvørja tíð vóru í vinnu og ikki. Hetta gjørdi tað møguligt fyri flotan at skipa seg, har luttakararnir eisini kundu gera sínámillum samskipanir og handlar í tráð við galdandi lógir, reglur og karmar annars.

Vænta eitt eljustríð

Men nú veiðiloyvi ikki er til longur standa fólk sum kánus. Manningarnar knappliga uttan lógarfestan rætt til nakran part av nøkrum fiskirættindum — alt sum nú verður tillutað einum reiðaríið eigur reiðaríið sjálvt; og reiðaríini í praksis uttan møguleika at disponera skynsamt við sínum vinnutólum gjøgnum keyp og sølu av skipum fyri at tillaga seg í vinnuumhvørvinum, tí nú er einki veiðiloyvi heft at skipinum, og tí er tað fullkomiliga óvist um eitt skip kemur at kunna fiska.

Hetta broytist ikki av tí sum politikarar hava argumenterað ímóti reiðarum ið hava mótmælt munandi niðurskurðum á teirra fiskirættindi, hvør skal siga: nú hava tit einki at grenja um, tí nú eiga tit so í frið tey rættindi tit hava til eina og hvørja tíð.

At fáa grundarlagið undir einum skipaðum arbeiðsmarknað soleiðis pettað sundur er nevniliga eingin ynskistøða fyri nakran sum hugsar langt. Tey ið einans taka grunn atlit í samanhanginum hava helst torført við skilja hetta — ikki minst um tey halda at vinnulív snýr seg eina og aleina um at maximera peningaligan profitt fyri egnan part; tí so einfalt er tað ikki í veruleikanum, tvørturímóti. Gott stev og gott samstarv millum partarnar í vinnuni og á arbeiðsmarknaðinum gevur altíð í longdini bestu úrslit, og tað munu flest øll tey vita sum hava drúgvar royndir í vinnuni.

Samstundis frættist at so mikið sum 22 broytingar koma fyri longu nú, so stutt aftaná at tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ varð lýst í januar 2018. Eftir stendur sum vera man spurningurin: hví var tað so um at gera at skunda hendan lógarpakkan so ígjøgnum, tá hann kortini ikki var klárur?

Talan er uttan iva um neyðugar broytingar út frá tí at lógin varð samtykt í so ófullfíggjaðum standi, og kanska eru hesar 22 broytingar heldur ikki tær seinastu vit hoyra um í hesum høpi.

Lítil ivi tykist vera um at nýskipanin hevur lagt upp til eitt eljustríð í og við at reiðaríini nú fáa fáa álagt munandi meira avgjøld enn fyrr, og at fyritreytirnar undir sáttmálunum við manningarfeløgini eru kollrendar. Fingu manningarnar umleið fjórðingin av avreiðingingarvirðinum tá makrelur varð landaður í fjør, og um avreiðingarprísurin lá um sig seks krónur per kg, so fáa somu manningar kanska bert helvtina av hesum í ár, av tí at nýggj avgjøld eru komin sum gera at nettoprísurin verður kanska tríggjar krónur tá tey nýggju avgjøldini eru drigin frá. At nokta reiðaríunum at draga tílíkan lógarfestan kostnað frá fer ikki at geva meining — tað hevði verið tað sama sum at tvinga reiðaríini til at gjalda meira enn inntøkugrundarlag er fyri. Og samstundis er ringt at krevja manningar so munandi niður í hýru, bara tí at Landsstýrið knappliga vil hava so nógv meira av teimum pengum sum frammanundan vóru í vinnuni. So hvør skal standa við rokningini fyri hetta?

Her er eitt ótal av viðurskiftum at hyggja at, ikki minst støddin á tilfeingisavgjaldinum, sum enn ikki er ásett, eitt sera týdningarmikið evni sum vit venda aftur til seinni. Men fyrst er at vóna at ein loysn skjótt verður funnin á tí kaosi sum er íkomið av tí avtikna veiðiloyvinum.

2 comments:

  1. Manningarnar eiga sín part av tí, ið veitt er, tað hevur manningin altíð gjørt, eisini tá reiðarin tvingaði manningarnar at brúka kontrabókina í handlinum hjá reiðaranum at fáa hýruna við.

    ReplyDelete
  2. LuckyClub Casino Site | Online Sports Betting and Casino
    In partnership with LuckyClub Casino luckyclub UK players can enjoy the best of the latest and greatest online sports betting and casino games. Join now and start

    ReplyDelete