Friday, December 28, 2018

So skutla tey sína egnu skrubbu

Skrubba trívist á sandbotni.
SHUTTERSTOCK
Eitt er at leggja okurs avgjøld á eina vinnu, eitt annað at innsíggja tað stuttskygda í tí, serliga nú ið tíðirnar knappliga ikki eru so gyltar sum tær vóru tá ørvitisdreymar um veldigar pengastreymar fyri einki flutu frítt í Føroyum.

Øsing kann vera ein løgin og long tilgongd, sum ikki helmar í fyrr enn hennara ofta ógreiða mál knappliga, gjarna óvæntað og brádliga, er fullført í skuffilsi og uttan skuggan av tí klimaxi sum so ella so mundi liggja í luftini, lovað ella fyrigyklað við støði í ongum øðrum enn óroyndum lenistóla ástøði og hugmyndafrøði.

Var tann váti dreymurin at súgva so ríkiligt sum yvirhøvur gjørligt burtur úr nøkrum heilt fáum vælkoyrandi fiskiskipum og harvið fáa ein stóran sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri harvið at gera lívið søtari og søtari fyri tey sum sleppa at forvalta ‘fólksins ogn’, sektin á hvat tað kostar øllum hinum og samfelagnum sum heild?

Men har var jú talan um ‘yvirnormalan vinning’ og einar tvær milliardir klárar at heinta inn við hjálp av einari nóg umfatandi nýskipan av fiskivinnuni, ha?

Ja, aftan á drúgva trúttan í tíðindamiðlum ár eftir ár eftir ár, eydnaðist tað so við og við at vinna nóg stóra undirtøku fyri einari hvørvisjón sum beyð tí politiska apparatinum at seta risastór almenn súgvirør á fiskivinnuna og samstundis tvangsinnleggja hana til uppboðssølu av fiskirættindum. Heilt himmalskt, hildu vist mong.

Men longu eitt ár aftaná at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð innførd, man hol nú koma á bløðruna hjá fleiri, meðan veruleikin pikkar alsamt harðari á hurðar og vindeygu, sjálvt heima í høvuðsstaðnum.

Veldig veiðiavgjøld

Sum vit fyrr hava verið inniá, gjørdist veiðigjaldið apa í tí politisku kabal sum nýskipanin hevði við sær. Hetta er so fyribils endað við at verandi reglur skulu galda í eitt ár afturat — reglur sum fá annars tykjast fegin um.

“Vinnan livir í eini verð sum gongur upp og niður, og tað ger prísur á sild og makrel og svartkjafti eisini,” vísti fiskireiðarin og formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Anfinn Olsen, á í samrøðu við Útvarpið tíggju dagar fyri jól.

“Tað sum var nøkulunda rímiligt skot í einum ári, tað behøvist ikki at vera tað rætta skotið í tí næsta árinum,” legði hann afturat. “Ein skipan við føstum gjaldi óansæð prís á fiskinum, hon heldur ikki í nógv ár.”

Avreiðingarprísurin á sild er nevniliga fallin munandi í seinastuni, niður á umleið tríggjar krónur per kilogram, samanborið við tað dupulta og meira tá verandi veiðigjald, upp á heili 25 prosent av prísinum, varð ásett fyri tveimum árum síðani.

Anfinn Olsen: “Prísurin á sild hevur verið lágur í ár, og vit vita at kvotan er hækkað til næsta ár, so vit mugu rokna við at útboðið av sild frá øllum teimum londunum sum fiska sild her í Norður Atlantinum tað veksur, so hann fer sikkurt at lækka uppaftur meir. Eg haldi vit hava skeiva skipan. Vit skuldu hvørki havt fast kilogjald ei heldur uppboðssølu. Vit skuldu havt eina skipan har tað fylgdi við tí marknaði sum var, og vissi prísurin fór uppeftir so betalti man meir, og fór hann niðureftir so betalti man minni. Tað er hvørki tilfeldið í einari uppboðssølu ei heldur í einum føstum príssystemi.”

Má fylgja gongdini

Reiðarafelagið hevur nevniliga mælt til at áseta eitt tilfeingisgjald sum lagar seg eftir umstøðunum í fiskivinnuni.

“Reiðarafelagið er við uppá at tað verður sett eitt tilfeingisgjald á. Vissi vit t.d. taka sildina… vissi prísurin var tríggjar krónur, sum er lágur prísur, so kanska man betalti 5 prosent av trimum krónum, og vissi hann fór upp á fimm-seks kr, sum hann var í fjør, so kanska man betalti 10-12 ps. av fimm-seks kr, og upp á tann mátan livdi við í hvussu tað gekk. Tað hevði so avspeglað hvussu gongdin var í vinnuni.”

Spurdur um hann helt veiðiavgjaldið á makrel (1.00 kr) og svartkjaft (0.20 kr) vera hóskandi, svaraði formaðurin: “Hetta er akkurát tað sama… Tú vilt áseta gjaldið áðrenn tú veitst inntøkuna… Tað er sum hjá fólki, at vit skulu betala skattin áðrenn vit kenna inntøkurnar. Tað ber ikki til. Og vissi vit t.d. høvdu havt ta skipan sum man ætlaði at seta í gildi 1. januar 2018, ella sum meiningin skuldi vera við lógini um sjófeingi, so hevði tað verið uppaftur verri.”

“Eg havi sagt hvat fyri loysn eg síggi,” viðmerkti Anfinn Olsen víðari, “og tað er at vit hava eina skipan har ið gjaldið fylgir við gongdini.”

Greið tala frá einum sum kennir vinnuna út og inn frá fleiri síðum. Tað kann sjálvandi ikki vera meiningin at fiskivinnan og avgjøld á hana skulu ásetast út frá tí tørvi sum landskassin til eina og hvørja tíð hevur á skattainntøkum. Til tað endamálið hava vit partafelagsskatt, lønarskatt, meirvirðisgjald og annað. Avgjøld á vinnuna eiga ikki hava annað endamál enn at stýra vinnuni á trygga kós og styrkja hennara útlit fyri framtíðina, sum samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre annars hevur úttalað seg um meira detaljerað.

Reiðarin vísti óbeinleiðis til tann skeiva logikkin sum liggur í at brúka vinnuna til studningsskipan fyri tað almenna.

“Tá tekur man ikki pengar í mun til hvat liggur í fortjenastu í vinnuni — tá tekur man pengar tí landskassin manglar pengar, og tað hava fleiri politikarar, eisini í samgonguni, lovað at teir ikki fara at gera. So kundu vit akkurát tað sama verið undir Kristinu Háfoss [fíggjarmálaráðharra]. So er tað hon sum bestemmar hvat gjaldið frá fiskivinnuni skal vera, og ikki gongdin í vinnuni… At fiskivinnan skal liggja undir Fíggjarmálaráðnum, tað haldi eg ikki. Men vissi gjaldið ger tað, so liggur ið hvussu er lagnan hjá henni har…”

2 comments:

  1. How can anyone buy a commodity at auction prices and expect a buyer to buy over the market price? This is stupidity at its best. Fish auctions have been tried and tested and proven unfeasable.

    ReplyDelete