Tuesday, April 30, 2019

Tú byrjar ikki við at trumla

Ein fiskivinnunýskipan sum hóst alt ikki vísir seg at kunna gjøgnumførast eftir ætlan — og so tað at vit fáa løgtingsval í næstum — eigur at geva sera gott høvi til at umhugsa neyðugar ábøtur og fáa í lag eina breiðari undirtøku og semju.
Trumluførari heldur pausu.
SHUTTERSTOCK

Innan virkissamskifti er tað eitt væl kent fyribrigdi at ein partur sum vil seta í verk okkurt ið kann hava stóra ávirkan á gerandisdagin ella livikorini hjá øðrum, ger best í at so tíðliga sum gjørligt hava eina grundiga og vælvirkandi tilgongd við kanningum og hoyringum. Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí nógv orka kann longu í langa tíð frammanundan hava verið løgd í eina ætlan, og persónar nær knýttir at ætlanini eru gjarna eldhugaðir, treyðugt so; men onkuntíð mestsum ov, og tað fer so ikki at bera á mál. Tá er øðrvísi við munadyggum og virðiligum samskifti við allar avvarðandi partar — tað telist nevniliga millum tættir sum vanliga eru avgerandi fyri hvussu ein stór verkætlan eydnast í mun til undirtøku og harvið sum heild.

Hetta hevur sum vera man við leiðslu og samstarv at gera. ĺ samskiftishøpi snýr tað seg um at áðrenn allar avgerðirnar eru tiknar og farið verður av álvara í gongd við eina stóra verkætlan sum hevur munandi ávirkan á lív og tilveru hjá øðrum, so má eitt umhyggiligt forarbeiði gerast við atliti til hvat teir ymisku partarnir ið verða raktir hugsa og meina. Tað ræður um kenna til og skilja hvørjar avleiðingarnar verða ella kunnu verða og hvørjar tær ikki verða. Tað loysir seg í longdini best bæði so og so, eisini í krónum og oyrum, at fremja stórar ætlanir í sátt og semju, innanhýsis og ikki minst í mun til teir uttanhýsis partar sum so ella so verða raktir.

Longu áðrenn hoyringar og kanningar ber ofta til at síggja í ‘glaskúluni’ — also at meta ella rokna seg fram til — hvat fyri trupulleikar ið mest sannlíkt fara at stinga seg upp undir givnum fyritreytum.

Meira burturúr

Við hjálp av góðum samskifti ið gongur báðar vegir, við allar týðandi partar, fæst hópin av vitan til vega sum annars ikki er lættliga tøk; tað veri seg teknisk, fíggjarlig, samfelagslig ella onnur vitan. Her kemur eisini alt tað grundleggjandi inn í myndina sum tó lættliga kann verða fløkt upp í trupulleikar av alskyns slag, um ikki tað verður handfarið rætt yrkisliga og etiskt: relatiónir við fólk, persónar, partar, á øllum síðum — eitt stórt evni í sjálvum sær, sum vit ikki skulu nærri inn á hesuferð. Lat okkum bara staðfesta heilt stutt at alt sum eitur samstarv og samvirkan í einum og hvørjum samanhangi er treytað av hvussu relatiónirnar eru millum teir partar sum hava lyklastøðu har.

Aftur til hoyringar og tað sum har til hoyrir. Endamálið er also ikki ‘bert’ at kalibrera eina verkætlan so hon møtir minst møguligt av mótstøðu, men heldur at optimera hana gjøgnum so breiða luttøku sum til ber, soleiðis at so mong sum møguligt í málbókinum (tey sum verða rakt so ella so) taka ætlanina til sín og kenna seg sum medeigara av henni — so hon vinnur veruliga umfatandi og rótfesta undirtøku.

Somu meginreglur gera seg galdandi tá vit tosa um t.d. at orða ein fiskivinnupolitikk fyri Føroyar.

Her tykist tað tíverri ikki so greitt hvørjar grundir og niðurstøður málsetningarnir í tí hálvu nýskipanini sum er sett í verk byggja á — um vit ganga út frá at støði er tikið í óheftum og sakligum upplýsingum í allari tilgongdini, har hvørki ynskihugsan, politisering ella hugmyndafrøðilig liting hevur átt nakran leiklut, so eigur tað ikki at vera torført at fortelja týðiliga og greitt um hetta.

Hvussu er og ikki, tað eigur soleiðis heldur ikki at vera so torført at fáa í lag eina tilgongd sum savnar ístaðin fyri at spjaða Føroya fólk kring fiskivinnuna. Nú ið tað stundar til løgtingsval aftur, skuldi tað verið lagamanni at umhugsa tingini umaftur, kanska at avtikið okkurt og sett inn okkurt annað um neyðug og harvið rættað onkran skeivleika — her hava politikarar eitt sera gott høvi til at hyggja aftur við nýggjum eygum at nýskipanini, uttan at blanda partapolitikk uppí.

Har kundi verið hóskandi bæði hjá samgongu og andstøðu at vent nøkrum spurningum, so sum: Greitt og skilligt, hvat eigur endamálið at vera við einari skipan av okkara fiskivinnu ídag, og hvørjir málsetningar vilja vera ein natúrlig fylgja? Hvørjir partar — felagsskapir, fyritøkur, stovnar, landsmyndugleikar, kommunur, einstaklingar — verða fyrst og fremst raktir av lógarbroytingunum og eru sostatt mest viðkomandi at samskifta mest við um hetta mál? Hvat meta teir partarnir um fyritreytir og møguleikar og hví, og hvørjar hugsanir hava teir annars um fiskivinnupolitikkin, út frá hvørjum áhugamálum?

Hóast alt tosa vit um eina vinnu ið flest øll munu vilja skal hava rímiligar og tryggar karmar, ikki so?

2 comments:

  1. Kanska kundu teir eisini spurt seg sjálvan hvat kann ganga galið, og hvussu teir skulu lofta støðuni um worst case scenario gerst veruleiki?

    ReplyDelete
  2. Akkurát — sær ikki út til at nakrar konsekvens útrokningar yvirhøvur fyriliggja.

    ReplyDelete